Húsabjálving

At spáa um framtíðina er ikki altíð lætt

At spáa um framtíðina er ikki altíð lætt. Í 1899 varð tó ein roynd gjørd. Hendan áhugaverda greinin stóð í blaðnum Fuglaframa fyri 113 árum síðani, tann 11. apríl í 1899. Greinaskrivarin, Rókur, hugleiður í 1899 um hvussu Føroyar eru um 60 ár, í 1960.

Føroyar í árið 1960
(av Róki)

Stubbar úr einum brævi sent úr Føroyum til eitt danskt blað.

Fólkatalið. — Fiskiskapur. — Jarðabrúk. — Virkihús.

Fólkatalið er um 100,000. Størstu bygdir eru Vestmanna og Norð í Vági, hvør við sínum  16,000.

Tey føroyski fiskiskipini hava fyrr søkt nógv til Grønlands og íslands, men nú síðani vit fingu sjómarkið til 22 fjórðingar, halda tey tað loysa seg best at fiska undir Føroyum.

Sum kunnugt var tað á Lundunarstevninum í 1952 at markið varð longt til 22 fjórðingar. Fyrr var tað ikki meir enn 14. A stevninum vóru tveir útsendingar higani.

Til uppsýn við fiskiskapinum hava vit 3 skip, eitt fyri vestan, eitt fyri eystan og eitt fyrí norðan. Tey eru øll av tí smáa, nýa slaginum. Tey ganga 30 míl, hava 2 kanónur og eru mannaði hvørt við 12 monnum.

Av útróðrabátum brúka teir flestu nú tað nýa slagið, sum gongur líkavæl undir sum á vatninum.

I nógvum kyrruvandum plássum hava teir kranar, sum kunnu taka bátarnar upp fyri bergið bæði við mannskapi og farmi.

Her í landinum hava vit nú 10 sjómanns- og fiskiskapsskúlar.

Jarðabrúkið stendur toluliga frammarlaga. Av útfluttningsvørum kann nevnast kjøt, egg, smør og ostar.
Neyta-, seyða- og rossaslagið tapur lítið fyri tí, teir hava í okkara grannalondum.

Jørðin i Føroyum roknast nú at geva 40 ferðir so nógv av sær, sum fyri 100 árum síðani.

Skógvurin í Føroyum roknast samanlagdur at vera gott 1 míl í fýrhyrning stórur. Helvtin av øllum viði, sum brúkast í Føroyum, verður innfluttur frá øðrum londum.

Allir teir bestu dalarnir eru uppdyrkaðir og har, sum fyri var hagi og torvgravir, kann ein nú koyra gjøgnum slættan bø fram við stórum epla-, róta- og havraveltum, felagsmjølkhúsum og felagsslagthúsum úr einum enda á dalinum i annan.

Av uppdyrkaðum strekningum skal nevnast tann stóri bøurin, sum gongur úr Húsavík og Skálavík um Sand og heilt norður til Skopunar. Tað fruktgóða plássið Heimi á Sandi, sum teir nú kalla Fløtan, var fyrr eitt vatn, sum nevndist Sandsvatn. Tað varð uppturkað í 1916. Tann longsti uppdyrkaðí strekningur er tó tann, sum gongur úr Saksum til Hvalvíkar og so gjøgnum Sundadal til Kollafjarðar, norður gjøgum Kollfjarðadal til Leynar. Um Sundadal skrivar Ragnar í sínari bók: Í Eysturoy og Streymoy vóru fyrr tvær oyar. Har sum nú bygdin Streym liggur, var sundið smalast ímillum tær. Bæði norðan frá og sunnanfrá kundi skip fara ígjøgnum sundið, men við Streym var so grunt og trongt, at bert smá skip hættaðu sær har yvir um. Hartil var streymurin so óførur í tronganum, at bátar ikki bjóðaðu til at leggja á, tá hann var uppá tað harðasta (tó má minnast, at bátarnir í teirri tíðini vóru sum heftir aftur ímóti teimum. vit hava nú). Í 1911 byrjaðu teir at laga yvir um trongan, og í 1948 var turt land allar vegin suður um  Sellátur.«

Land er ellars vunnið fleiri staðnis, so at tjúgundi og hartil tann fruktbesti parturin av Føroyum er »vunnið« land. I ár eru teir byrjaðir at turka upp landsins størsta vatn, Sørvágsvatn. Ingeniørarnir halda, at tað eru góð líkindir til at vinna enn meiri land bæði úr sjógvinum og úr vøtnunum.

Av landbúnaðarskúlum eru 4 fyri eygablikkið.

Av virkihúsum er fjøldin tílík, sum fáast við fisk. Men hesi flyta nú meir og meir á sjógvin. ígjár fór tað stóra virkihúsið »Norðhavið« av stáplinum í Vestmanna. Tað hevur innrættning til lýsismelting, íshús, niðursjóðing og salthús, hartil guano- og límvirkihús fyri uttan fleiri smærri virkirúm til ymisligt. Tað skal, líka sum hini flótandi virkihúsini, taka fisk frá útróðrabátunum og fiskiskipinum. Av hinum virkihúsunum kann burtur úr nevnast tvey stór ullvirkihús, pappírsvirkihús, virkihús fyri fiski- og jarðabrúksreiðskap, jarnstoypuhús, sápu-, drops- og sukurladuvirkihús.

 

Facebook viðmerking