Húsabjálving

Hugnalig uppliving á keiini í Hvalba

Mánadagin 27. september vóru hvalbingar á fjalli í Lítla Dímun. Torleif Johannesen tók myndir og skrivaði hesa frásøgn av keiini í Hvalba, tá hvalbingar komu aftur úr Dímun.

 

 

Mánadagin 27. september vóru hvalbingar á fjalli í Lítla Dímun. Teir høvdu leiga sluppina Jóhannu úr Vági til at fara út í Dímun við. Raksturin gekk væl hóast tað leið nakað út á kvøldið, áðrenn teir vóru aftur í Hvalba.

Sum vitjandi oman á bryggjuna umleið klokkan gott 22.00, var tað bæði hugnaligt og hugaligt at síggja lívið. Har stríddust menn við at viga seyð, meðan aðrir sleptu teimum inn í búrini, teir høvdu sett upp á bryggjuni. Onnur fólk, ið ikki beinleiðis høvdu uppgávur stóðu og eygleiddu, prátaðu saman og hugnaðu sær.

Hugaligt var eisini at síggja, at børnini eisini sluppu upp í part. Tey tóku ímóti seyðinum tá hann var lyftur upp av dekkinum á Jóhannu og upp á bryggjuna. Síðani stóðu tey í bíðirøðum, við seyðinum í hondunum, og bíðaðu eftir, til teirra túrur kom til at viga seyðin.

Eg fekk at vita, at meginparturin av seyðinum var býttur út til eigararnar. Nakað verður selt á uppboðssølu. Hesin peningurin fer til ymiskt í samband við arbeiðið í Lítla Dímun.

Mín uppliving var, at fólkið stóð saman um hesa uppgávu, sum meiri hevur við siðvenju og áhuga at gera, enn fíggjarligar spekulatiónir.  Myndin lýsir nakað av stemninginum.

Torleif Johannesen skrivaði

Facebook viðmerking