Húsabjálving

Løðhamar Seafood ein sjáldsom familjufyritøka

Fyrr vóru tær ikki so óvanligar, hesar familjufyritøkurnar, sum høvdu fiskaframleiðslu og reiðaravirksemi, og har familjan øll onkursvegna arbeiddi hjá fyritøkuni. Í dag eru fáar fyritøkur av hesum slagnum, Løðhamar Seafood í Vági er tó ein.

Stovnarin í Løðhamar Seafood er Mikkjal á Løðhamri. Saman við konuni, børnum og abbabørnum reka tey á havnarlagnum í Vági fjøltáttað virksemi, sum fevnir bæði um ymiska fiskaframleiðslu, uppboðssølu og nú eisini um reiðaravirksemi.

Mikkjal á Løðhamri

Í mun til vanligar familjufyritøkur, so er familjan á Løðhamri virkin í at kalla øllum liðum. Tey skipa leiðsluna av felagnum, standa fyri dagliga rakstrinum við innkeypi av rávøru og sølu av lidnum vørum. Skipa arbeiðið og arbeiða sjálvi í framleiðsluni á fiskavirkinum. Landa og taka ímóti fiski á uppboðssøluni. Taka sær av umvælingum umborð skipunum, á uppboðssøluni ella á virkinum. –Og fyrsti maður til arbeiðis hvønn morgun, oftast áðrenn vanlig fólk eru á fótum, er Mikkjal sjálvur.

Mikkjal greiðir frá, at tey byrjaðu virksemi í 1994. Hetta var í kreppuárunum og tá var onki virksemi á flakavirkinum ella øðrum fiskavirki í Vági, so tá var tómligt á keiini. Í byrjanini vóru okur í einum egningarskúri á keiin í Vági. Næstu tíðina í einum leigaðum bygningi í Lopra. Og í oktober 1996 varð fiskavirkið á keiini í Vági tikið í nýtslu. Og har halda tey framvegis til.

Uppboðssølan og Løðhamar Seafood

Framleiðslan hevur hesi árini einamest fevnt um saltfisk úr upsa, toski, longu og brosmu. Men í ár er virksemi eisini víðkað til at fevna um turkaðan fisk. Og eru tey á Løðhamar Seafood sera fegin um, at tey hava fingið í lag avtalu við heilsølu, soleiðis at tey eru veitarar til føroyska marknaðin av hesari dygdarvøru, sum føroyingum dáma so væl.

Framleiða turran fisk

Hava vaksið um virksemi
Seinastu 1½-2 árini hava tey í familjuni á Løðhamri víðkað nógv um virksemi. Í februar í fjør tóku tey yvir uppboðssøluna í Vági, sum tá var í fíggjarligum trupulleikum, og hava tey síðani rikið uppboðssøluna, sum tekur ímóti fiski frá smáum og størri útróðrarbátum og trolarum.

Søkin á Vág

Í summar er familjan á Løðhamri eisini farin út á sjógv, tí tey hava saman við øðrum keypt fleiri skip, soleiðis at tey í dag eru við í 4 skipum. Í juni mánað kom Groth (fyrrverandi Comrade), sum nú eitur Heidi á Løðhamri. Í juli kom trolbáturin Dýrindal, sum tey á Løðhamri eisini eru partur av. Í august kom útróðrarbáturin Søkan, og í vikuni kom so Høvnin, sum familjan á Løðhamri eigur saman við øðrum.

Familjan stendur saman
Mikkjal greiðir frá, at familjan stendur sterk saman um alt virksemi.

Og tað er eisini eyðsæð fyri okkum uttanfyristandandi, at sterku familjubondin merkja fyritøkuna, tí tá tøk skulu takast, so eru tey øll har og gera neyðuga arbeiðið. –Tað tykjast ikki verða sett spurnartekin við tímar, arbeiðstíðir og hvussu høg lønin er. Øll vita at arbeiði skal gerast undir øllum umstøðum.

Framleiðsla á Løðhamar Seafood

Í dag arbeiða tilsamans eini 15 fólk á Løðhamar Seafood og á uppboðssøluni. Umframt hetta leggur familjufyritøkan saman við øðrum lunnar undir fleiri arbeiðspláss umborð á skipunum.

Hava nógv at takka vágbingum fyri
Men ongin ger nakað heilt aleinaður, og hetta eru tey á Løðhamri eisini fult greið um. Mikkjal staðfestir eisini, at veruleikin er tann, at uttan góða hjálp frá fólki í Vági, so hevði tað ikki borið til at havt tað virksemi, sum tey hava.

 

 

no images were found

Facebook viðmerking