Húsabjálving

Vitjaðu Svend hjá Pola á 80 ára føðingardegnum í Australia

Seinastu vikurnar hevur eitt ferðalag úr Suðuroynni verið í Austrialia í føðingardag hjá Svend hjá Pola á Oyri, sum seinastu 45 árini hevur búð í Beresfield norðanfyri Sidney. Svend gjørdist 80 ár sunnudagin.

Sunnudagin hildu tey føðingardag fyri Svend hjá Pola á Oyri, sum fólk í Vági kenna hann. Svend er tann einast av teimum trimum systkjunum, sum er á lívi. Hini vóru Margith gift Jensen (f. 1926) og Henry Jacobsen (f. 1929) – og so Svend, sum er føddur í 1932.

Svend, Margith og Henry

Svend fór sum ungur til Danmarkar at ganga í skúla og bleiv maskinmaður. Hann fór út at sigla við farmaskipi og møttu gentu á Tongaoyggjunum. Tey giftust og búsettust í Beresfield í Australia, sum er góðar 2 tímar norðanfyri Sidney. Og her hevur hann búð í 45 ár.

Svend hevur bert verið heima aftur í Føroyum tvær ferðir síðani hann flutti til Australia. Fyrstu ferð var í 1986, tá familjan var við honum. Og so var hann einsamallur heima aftur í 1998. Svend eigur eina dóttir, sum er gift og eigur 2 børn

Føroyska ferðalagið greiður frá, at tað var ein sera hugnalig løta sunnudagin, tá vóru eini 50 fólk í føðingardag. Og við føroyskum fløggum og kaku sum var ein víkingahjálmur, royndu tey at gera sítt til, at føðingardagurin fekk ein føroyskan dám.

Á myndini eru:
Standandi frá høgru: Elna (dóttir Svend), Leinani og Joshua (abbabørnini hjá Svend, børnini hjá Elnu og Les Delaney), Vár Vestergaard, og Heri Vestergaard
Sitandi frá høgru: Vigerd Jacobsen, Svend Jacobsen, Patricia (kona Svend), Eyðun Vestergaard, og Hildur Vestergaard.

Facebook viðmerking