Húsabjálving

Agnes Louisa á framsýning í Kina

Í heyst hevur Poul Niclassen í Vági gjørt eina modell av sluppini Agnes Louisa. Í vikuni varð hon pakkað niður til longu ferðina til Kina, har hon skal á framsýning.

 


Tað er Helgi Larsen í Vági, sum hevur umbiðið sluppina Agnes Louisa. Sluppin skal verða partur av framsýningarbásinum á stórari messu í Kina.

 

Minsti flekiknívur í Heiminum

Poul hevur brúkt nógva orku uppá at fáa sjálv tær minstu detaljurnar við. Fiskireiðskapur, goggari, og enntá ein flekiknív.

Flekiknívurin er 19 mm til støddar og er hartil hvassur, so hetta man uttan iva verða minsti flekiknívur í heiminum.

 

Fleiri myndir eru niðanfyri.

no images were found

Facebook viðmerking