Húsabjálving

Tú eigur kr. 150.000,- í Føroya størsta fíggingarsamtaki…

John Henrik Holm: Visti tú at tú er ”samognari/partaeigari” av Føroya størsta fíggjarsamtaki. Tú, ja tú eigur ein ognarpart á umleið kr. 150.000,- í Tryggingarfelagnum Føroyar.  Eru tit tvey í húsi, sum hava tryggingar í Tryggingarfelagnum, ja so er tykkara samognarpartur umleið kr.  300.000,-

Hvat er tað veruliga, tit eiga. Jú, hetta stendur í roknskapinum hjá Tryggingarfelagnum

TFognaryvirlit

,  ja tú eigur sostatt Tryggingarfelagið Føroyar, Betri pensjón, TF Ognir, TF Íløgur, Faroese Insurance Company Guernsey og Eik Banka – visti tú tað ???

TF Ognir og TF Íløgur eiga harumframt eina røð av ymiskum ognum og feløgum, sum ikki eru nevndar her…

Eg stilli upp fyri at varpa ljós á hesa ogn okkara. Vit geva okkum ikki far um, at vit eiga eitt felag við umleið 3 mia. í eginogn. Hugburðurin er, at tað eru hini – onkur annar – sum sikkurt eigur felagið.

Spurningurin er so , hvussu umsitur hesa ogn tína? Tað er tað sum tú/tit í hesum døgum skulu gera av. Tað er nú, at mann velur til Umboðsráðið hjá Tryggingarfelagnum.

Yvirskipaða málið hjá TF Holdning samtakinum er at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum. Politikkur felagsins er at gera gagn í samfelagnum við :

  • At vera fremsti og tryggasti heildarveitari innan trygging, fígging og pensjón/lív í Føroyum
  • At vera ein av fremstu íleggjarunum í føroyskt vinnulív
  • At hava eina kapitaltilbúgving, ið er viðvirkandi til at skapa álit á samtakið

Hetta merkir fyri meg, at mann  ger íløgur um alt landið til gagn fyri allar borgarar landsins. Mann eigur at tora at seta spurnartekin við hetta miðsavnandi rákið, sum hevur verið seinastu mongu árini. Tí vit eiga øll felagskapin og vit – allir borgarar landsins – eiga at merkja ágóðan av hesum

Minst til, at hugsjón okkara er at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum, øllum Føroyum

Gott val

John Henrik Holm, valevni

 

Facebook viðmerking