Húsabjálving

Rúni Thomsen: Sløkkir tú á veg út?

Fólkatalið í Suðuroynni bara minkar og minkar og eiga alarm klokkurnar at ringja.

Tað er eitt fakta at okur í Suðuroynni standa við einum stórum trupulleika og má okkurt gerast ongantíð ov skjótt.

Eg má viðganga, at eg var sera skuffaður, at okkara landsstýriskvinna herfyri staðfesti avgerðina sum undangongu maður hennara setti í verk.

Leiðslan á SS mælir til at fylgja tí tilmæli sum serkunnleikin mælir til og tað kunnu vit ikki gera annað við enn at konstatera.

Men eg haldi, at tað er júst uppgávan hjá okkara politikarum at taka tær neyðugu avgerðirnar og í hesum føri haldi eg ikki, at tað er ein røtt avgerð at niðurleggja føðideildina á SS.

Lat tað vera sagt beinanvegin at, tað at varðveita føðideildina neyvan í sjálvum sær førir til fólkavøkstur, tað skal eisini annað til. Eg vil tó fara at halda uppá, sum eg eisini hava víst á fyrr, at tá ung fólk skulu til at velja hvar tey fara at seta búgv, so kann tað hjálpa um avgerðina at tað er ongin føðideild í oynni.

Persónliga dámdi mær annars sera væl uppskotið, sum kom, um at skipa føðideildina á SS sum heimaføðing. Hetta er nokk ikki langt frá tí sum miða verður eftir í øðrum londum.

Sum ein segði við okkum tað einu ferðina vit vóru við barn “minst til at tú er IKKI sjúk”. Sjálvandi kann tað víðari í viðgongutíðini koma støður, sum gera at mælt verður til at senda eina barnakonu víðari í skipanini.

Vit hava borið 5 børn í hesa verð og hevur tað verið uttan stórvegis trupulleikar, men tó, so hava vit roynt at vera send til LS við tí eina barninum, júst tí tá varð mett at hetta var best fyri barn og mammu.

Tá okkara fyrsta fødda kom í heimin var tað á tí supermodernaða Hvidovre Hospital, har vóru umstøðurnar, nakað av tí allar flottasta.

Har var klinikk, sum var so at ikki bara mamman var innløgd, nei pápin slapp eisini at liggja inni saman við nýklaktu familjuni. Sigast skal tó at hetta var bert um alt gekk 100% rætt fyri seg. Og av tí at konan gekk yvir termin, ja so sluppu vit ikki inn á klinikkina, men bara á vanliga føðigangin.

Lat tað vera sagt at tað var nú ikki tí at føðigangurin var so ringur.

Á Hvidovre sluppu vit pápar av vera næstan so longi vit vildu, bara vit ikki órógvaðu hini á stovuni. Og eitt annað sum var á Hvidovre var at beint eftir døgurða, so vildu starvsfólkini at friður var á stovunum, so mamman kundi fáa hvíld. Tað vil siga tey vildu helst hava at vit pápar tóku vøgguna við nýfødda barninum við út á gangin í ein tíma ella so.

Ja, vit vóru har virdir sum ein partur av familjuni.

Hetta er ikki nakað sum eg veruliga hava følt aftur fyrr enn nummar 4 kom í verðina og sama nummar 5. Hetta var á føðideildini á SS. Har var at koma á eina klinikk, eftir føðingina, so komu vit inn á eina stovu og eg fekk bjóða at sova har tað fyrstu náttina um eg hevði hug. Hetta kann ikki sigast at var sama uppliving á LS við nr. 2 og 3.

Hvussu kunnu vit koma í nærheitini av hesum við ongari føðideild í Suðuroynni?

Um ein mamma við barn, skal sendast til Havnar vikur áðrenn termin og møguleikin er fyri at hon kemur at ganga har í vikur eftir termin eisini.

Hvussu kemur hetta at ávirka mammuna, tað at hon skal ganga “langt” burtur frá sínum nærmastu í langa tíð. Hvar skal mamman uppihalda sær?? Hvat verður gjørt um tað nú er fullsett á LS, tað er meira enn so komi fyri.

Er tað veruliga so, at tað skal vera frárænt pápum at vera við mammuni tað síðstu tíðina áðrenn hon skal eiga?

Eitt annað sum undrar meg í hesum er at tað júst var niðursettur ein bólkur til at arbeiða við heilsuverkinum og koma við tilmælum um hvussu tað kann skipast frameftir og so fer ein út og fremur hesa avgerð.

Sum sagt so er tað neyvan føðideildin eina sum gevur fólkavøkstur í Suðuroynni, men uttan hana fer fólkatalið heilt víst at minkað.

Tí er tað mín staðiliga áheitan á landsstýriskvinnuna enn einaferð um at taka tað neyðugu avgerðina og at fáa skipa eina føðideild aftur á SS.

Er tað peningur sum skal til, so má hann fást til vega, tí hetta er lívsneyðugt fyri Suðuroynna og fyri trivnaðin hjá familjum framyvir.

Ella er hetta byrjanin til endan, so skjótt er spurningurin á SS, Sløkkir tú á veg út???

Rúni Thomsen
Varðaborgarstjóri í Hvalba og borgari í Suðuroynni

Facebook viðmerking