Húsabjálving

Rúni Thomsen: Okur mugu standa saman

Um man hyggur í miðlarnar í hesum døgum, so sær man hvussu onnur runt um í landinum standa saman um teirra øki, men hetta kann man ikki siga at vit uppliva her á okkara oyggj, HVÍ?

Ja, um bara eg hevði svari, so var er sera glaður, men okur mugu til at standa meira saman um tað sum er okkara oyggj at frama, um tað so er nakað í Sumba, Sandvík, Fámjin, Vági ella Tvøroyri.

Lat tað vera sagt beinanvegin at fólk uttanfyri oynna, brúka eisini hetta móti okkum. Tit eru so ósamd og so loypa okur í við báðum beinum.

Hyggja okur runt um landið, so er líka nógv ósamd fólk allastaðni, men tá tað kemur til at standa ímóti úteftir, so verður lagt lok á.

Síðstu dømini vit kunnu taka er nú Teistin hevur ringt við at halda ferðaætlanina, kanska tí tað eru ov nógvir túrar, eg dugi ikki heilt at meta um tað og tað skal eg heldur ikki. Sandoyingar standa saman, sjálvt um teir ikki altíð eru kendir fyri tað.

Samstundis so verður Smyril settur til at sigla ein rukkutúr til Klaksvíkar í august og hættar man sær at siga at hetta er hol í høvdi, so veðrur man næstan álopin av fólkið í Suðuroynni. Tvass, nýhugsan og stuttligt siga fólk.
Smyril tekur bara og strikar túrar út, tí eitthvørt skal gerast. Ongin sigur nakað. Hetta er alt annað enn gott fyri oynna og fyri ferðavinnuna.

Ein arbeiðsbólkur er komin við einum tilmæli um okkara heilsuverk. Lat meg siga eg havi ikki lisið tað enn, men eitt er so heilt greitt, tey ætla at niðurlaga okkurt á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og alt er í øðini har norðuri.

Her suðuri verður føðideildin niðurløgd, men tað hoyrist næstan onki frá nøkrum. Ein bólkur av fólki roynir, men tað manglar at vit standa saman sterk.

Dag og dagliga hoyra okur um hvussu tunlarnar norður um fjall eru, hvussu ringt tað er at koyra í teimum og hvussu gamlir teir eru o.s.fr.

Okur hava elsta tunnilin í landinum, ein lívshættisligur tunnil, ein stórur kleppur um beini á vinnulívinum í Hvalba og um so var at vit stóðu meira saman so var nýggjur tunnil longu komin. Nú er hann tó á veg, men vinnan kann skjótt ikki bíða longur og nær kemur hann at kosta lív.

Bara her fyri var proppur í og sjúkrabilurin var ein av bilunum, sum mátti bíða norðanfyri tunnilin, eg veit ikki hvørji ørindini vóru júst henda túrin, men tey kundu eins væl veri akutt.

Óansæð um vit leggja oynna í eina kommunu ella ikki, so er tað umráðandi at okur standa saman tá tað kemur til at verja okkara áhugamál í Suðuroynni.

Rúni Thomsen
Hvalba

 

 

Facebook viðmerking