Húsabjálving

Hví bjóði eg meg fram til kommunuvalið – hvat kann eg gera?

Við einari breiðari vitan innan fleiri øki, vil eg nevna nøkur av teimum her:

Í nærum 20 ár havi eg sitið í nevndini fyri P/F Tangavirkið – ein fyritøka, sum virkað í nógv ár, givið nógvum vábingum arbeiði, lærupláss, stuðul til ítrótt o.a. Sum nevndarlimur í Vágs Handverkarafelag havi eg verið við til at keypa felagshúsið, tryggja limum okkara tryggingar og eftirløn. Eisini hava vit veitt fleiri virkjum og skipum her á fjørðinum fíggjarligan stuðul. Við egnum virki, Teknistovan 3D, havi m.a. havt byggiharraeftirlit vegna Landsverk ísamb. við seinastu umbyggingina á Skúladeplinum í Suðuroy/skúlin í Hovi. Eisini havi eg arbeitt við at tekna bygningar, ventilatión, spillvatn o.a.

Fokus skal á vinnulívið

Eitt sterkt vinnulív skapar tryggleika! Og her skal Vágs kommuna bjóða seg fram – tað verði seg bæði á landi og á sjónum. Tað verður neyðugt við einum góðum og sterkum vinnulívi, skulu fólk framhaldandi búseta seg her á staðnum. Okur hava fyrr staðið saman um at keypa virkir og skip.

Sum fakfelagsmaður havi eg – saman við fakfeløgum, virkjum og privatfólki, havt tað gleði at veri við til at keypa skip og stuðla fleiri virkjum á kaiini. Verði eg valdur í kommununa, vil eg arbeiða hart fyri, at tey, sum ætla at økja um virksemið á kaiini, fáa neyðug loyvi til hetta og reint vatn, so tey kunnu virka til fulnar. Eisini vil eg arbeiða fyri, at nýggjar fyritøkur og vinnur kunnu fáa pláss til sítt virksemi her í bygdini.

Av og á er neyðugt at bróta upp úr nýggjum, so vit ikki bara hugsa um vinnur, sum vit kenna, men eisini um hugsa um aðrar og nýggjar vinnur. Nýhugsan má til – eitt nú kundu vit farið undir at ment telduskipanir, appir, havt frálæru á netinum. Tí um vit savna vitanina á einum stað, so kann nógv gerast her hjá okkum, og vit kunnu læra okkum at læra onnur – tí hví skulu vit altíð norður um fjørð til nærum øll skeið?

Reint vatn

Allir borgarar, sum búgva í Vági og á Nesi, skulu hava reint vatn.

Arbeiðið at kanna, hvørjir vatntrupulleikar eru, og hví so nógv vatn rennur burtur, má gerast beinanvegin. Skulu vit hava reint vatn, so mugu vit loysa allar trupulleikar, tí alt vatnkervið hongur saman. Kommunan eigur at vera veitari av øllum vatni í bygdini, tí øll skulu hava reint vatn uttan bakteriur. Viðvíkjandi tí privata partinum, er eisini neyðugt her at finna eina loysn.

Spillivatn

Viðvíkjandi spillivatninum eigur ein heildarloysn skal gerast beinanvegin. Alt spillivatn skal leiðast útá streymasjógv. Sjálvt um tað kann tykjast lítið hugaligt at byrja uppá hetta arbeiði, so gerst tað ikki lættari, at vit bíða. Neyðugt verður at finna eina heildarloysn fyri hetta arbeiði – og ikki minst eina varandi loysn.

X við C – Olgar S. S. Mortensen

Facebook viðmerking