Húsabjálving

Marghøllin, vinnuøkið og spillivatnsætlanin

Nógv hevur verið kjakast um ætlaðu byggingina av marghøllini Inni á Oyrunum í seinastuni, og tað hevur onkursvegna fingið marghøllina og spillivatnsætlanina í samanbræðing.


Serliga sambandsflokkurin er sannførdur um, at ætlaða byggingin av marghøllini kemur at forða fyri arbeiðinum viðvíkjandi spillivatnsætlanini. Onkur annar heldur at tað er ikki brúk fyri einari marghøll, tí eitt hóskandi ítróttarøki er vesturi á Eiðinum. Og so er aftur onkur annar ímóti, tí ætlanin er at brúka ein part av vinnuøkinum Inni á Oyrunum at byggja á.

Eg velji at halda, at hesar flestu niðurstøðurnar eru grundaðar á misskiljingar og væntandi kunning.

Vinnuøki inni á Oyrunum
Marghøllin ger lítlan ella ongan skaða á vinnuøki á Oyrunum.
Tað verður nokk av plássi á økinum til møguliga vinnu í framtíðini. So nógv pláss, at tað í fermetrum kunnu byggjast umleið tvey “Polarfrost” á økinum. Á kunnandi fundi í síðstu viku dugdi eg ikki at síggja hesi íðnastu valevnini ímóti marghøllini, men kanska lá tað ikki fyri hjá teimum.
Tað var í øllum førum ein góður og upplýsandi fundur, og allir spurningar blivu væl og virðiliga svaraðir. Eg sá heldur ongan fara ivandi avstað aftur frá fundinum.

Tungu kanónirnar eru løddar
Herfyri slapp sambandsflokkurin í Vági saman við Degi og Viku at greiða hyggjarum frá, at tey taka ikki undir við at byggja eina marghøll, og skýrdu eisini ætlanina “burtur úr vón og vitið.” Í sama herrópið vildu tey seta skjøtil á spillivatnsætlanina, tí hon sambært hesum táttinum í D&V skuldi kosta borgarunum “tíggjutals milliónir krónur.” – Tíggjutals. Í fleirtal. Vágs býrað varð harafturat eisini lagt undir at misrøkja sínar skyldur mótvegis borgarunum, tí at hendan ætlanin ikki var sett í verk enn.
Jújú, tað er í fínasta ordan at hava eina meining um hetta, men við tí hava onnur eisini rætt til at spyrja inn til hesa avgjørdu meining.
Hvar kemur hendan tíggjutals millióna kostnaðarmetingin frá?
Nær er kostnaðarmetingin dagførd?
Góðkenda spillivatnsætlanin hjá Vágs kommunu er almenn. Tí kenni eg ikki hesar ørandi upphæddirnar aftur.

At sambandsflokkurin sigur seg vera ímóti einari marghøll, tí tað sambært hesum og Degi og Viku luktar av kloak onkustaðni í Vági, tað er í fínasta ordan. Tað broytir tó ikki tað sannroynd, at hetta er onki annað enn ein ófantalig roynd at skapa øsing og at villleiða veljarin, tí hesir pástandir eru grundaðir á illgitingar og onki annað. Hetta er ein taktiskur máti at flyta fokus frá øllum tí góða arbeiði og framgongd, sum Vágs býráð hevur framt hesi seinastu 4 árini. – Har er snøgt sagt onki at koma eftir hjá teimum, og tí verður ein ræðumynd skapt burtur úr púrasta ongum.

Fyri at hetta ikki skal misskiljast, so royni eg als ikki at sannføra veljarin um, at sitandi býrað hevur raðfest spillivatnsætlanina ovast á breddanum. Tað hava tey ikki, men eg skilji væl hví so er.
Men at sambandsflokkurin er farin at sleingja hesi ørandi tølini út stutt undan valinum, og harafturat hevur gjørt allar Vágbingar fyri skommum í bestu senditíð, tað líkist svartasta ongum!

Vilt tú vera við til at vaska hesa skommina av okkum?
Set so krossin við onkran sum tekur hetta í álvara, og sum samstundis hevur eitt lítið sindur av skilið fyri tí.
Eg havi í aðrari grein víst á alternativar loysnir ísv. spillivatnsætlanina. Soleiðis røkka okur á mál.

Gott val.

Framgongd skapa okur sjálvi
X við Bárður Gunnarstein Nielsen

Facebook viðmerking