Húsabjálving

Góðu vágbingar

Góðu Vágbingar, ja nú stundar til kommunuval tann 8. November.


Tað er hugaligt, at verða partur av Javnaðarflokkinum, sum við avrikum og skilagóðum politikki hevur verið við til at mynda politikkin sum førdur er seinnu mongu árini í Vági. Enn liggja stórar avbjóðingar fyri framman, og tí er tað rættiliga avgerandi, at hetta góða arbeiðið hjá Javnaðarflokkinum sleppur at halda fram.

Í hesum tíðarskeiði eru m.a. bygt nýtt ellisheim og nýggjur barnagarður, Fjarðlestrardepil, ungdómshús og Miðlatún eru sett á stovn, og skúlin er umvældur.

Gleðiligt er eisini at hoyra, at skattaprosentið, sum er 22,50% í 2016, verður lækka niður í 21,95% í 2017 (í 2013 var skattaprosentið 23,25%). Barnafrádrátturin verður hækkaður við 500 kr., soleiðis at barnafrádrátturin verður 4.500 kr. Og harumframt verður barnaansingar gjaldið lækka við 1.100 kr. um árið fyri hvørt barnið, samstundis sum eitt mesta gjald á 3.500 kr. verður ásett, soleiðis at foreldur við fleiri børnum í ansing fáa ein munandi lætta.

Einki at yvast í, at nógvar meiningar eru hvussu Kommunan í framtíðini skal rekast. Umráðandi er at ein skilagóður fýggjarpolitikkur framhaldandi verður førdur. Hákonjukturur er í samfelagnum, og skulu komandi íløgur gerast skinsamt.

Ferðavinnan skal mennast.
Seinastu árini er ferðavinnan í oynni rættiliga komin fyri seg og kann og eigur at mennast munandi meira, soleiðis at hon kann skapa munandi fleiri arbeiðspláss og harvið gerst ein enn størri partur av inntøkugrundarlagnum. Virksemið á Kunningarstovuni verður økt munandi og skipað eigur at verða fyri enn fleiri átøkum í sambandi við ferðavinnuna.

Børn og ung
At okra børn og ungu trívast og mennast á staðnum er alt avgerandi, og teimum skulu skapast bestu møguleikar. Við nýggja barnagarðinum hava okur bøtt munandi um ansingar viðurskiftini.

Eldraøkið
Tað er gleðiligt at síggja og hoyra, at viljin er til staðar at eldraøkið verður uppraðfest. Hesar uppraðfestingar gleðist eg um, og vil gera mítt til, at tað framhaldandi verður betrað um liviumstøðurnar hjá eldru borgarum í Vági; bæði á stovni og heimabúgvandi. Tað skal vera gott at eldast í Vági.

Hóast nógv er hent seinasta valskeið, eru stór grundleggjandi mál at arbeiða víðari við m.a.
– at framhaldandi stuðla og skapa enn betri karmar fyri vinnulívið
– at menna og skapa enn betri karmar fyri ferðavinnuna.
– at tryggja øllum borgarum reint drekkivatn.
– at ferðslutryggja atkomu viðurskiftini við Vágs Skúla.
– at bøta og dagføra allar trivnaðarmøguleikar fyri bæði børn, ung og tilkomin.
– Spillivatnsætlanin er flestum kunnugt ein stór avbjóðing fyri Vágs kommunu, og skal setast á dagskrá.

Týdningarmikið er, at tað er gjøgnumskygni í øllum verkætlanum og tiltøkum hjá Vágs kommunu.

Eg eri til reiðar at taka ábyrgt, ert tú við…:)

 

Jens Petur Brattalíð
Valevni Javnaðarfloksin

Facebook viðmerking