Húsabjálving

Vinnufyritøkurnar sum her eru skulu hava góðar umstøður

Eftur minum tykki er tað sera umráðandi at gera umstøðurnar á gomlu ferjuleguni á Drelnesi betur.


Tað er soleiðis, at fyritøkurnar KN Smíð – Bærendsen Teknik og El, Simo, og aðrar tænastufyritøkur er tað alt avgerandi at kunna viðlikahalda og arbeiða uppá skip aðrastaðni frá.

Til hetta krevur atløgupláss,so skipini kunnu liggja teir dagar, sum arbeiðið tekur.

Sum tikur øll nokk hava sæð,  tá ið sesongin við uppisjóvarfiski er, so er onki atløgupláss á norðari siðu. Tí er tað so umráðandi, at grótkast verður gjørt um gomlu ferjuleguna, tí um veturin liggja skipini ikke trygt sum er. Rankin fekk stóran skaða, tá hann lá har ein vetur.

Ímynda tykkum, at hesar og aðrar fyritøkur ikke eru?

Hvat gera okur so, um okur hava tørv á teirra tænastum. Ringa til Havnar og fáa teir suður.  Tað verður kostnaðarmikið.

Tað er altumráðandi, at restin við havnalagið á Tvøroyri verður fylt út, tí har er tørvur á bingjuplássi. Atløgukanturin skal gerast vestur til Delta Seefood soleiðis at skip og bátar kunnu avreiða har, til nýggju fiskamóttøkuna, sum Delta hevur í nýggja bygninginum.

Hetta vilja okur virka fyri.

 

X við Óli Johansen
Javnaðarflokkurin á Tvøroyri

 

Facebook viðmerking