Húsabjálving

Neyv fíggjarstýring lykilin til framtíðina

Hesi seinastu fýra árini hevur verið arbeitt hart og sera miðvíst við at fáa Vágs kommunu á røttu kós, ikki minst á røttu kós fíggjarliga. -Og við neyvari fíggjarstýring kunnu okur eisini fegnast um at Vágs kommuna nú er komin á røttu kós fíggjarliga!

Fyrstu 1½ árini av valskeiðinum, árini 2013 og 2014 vóru sera tung.

Peningastovnar vóru í fleiri mánaðir í 2013 og 2014 bidnir um at geva loyvt trot, fyri at kommunan yvirhøvur kundi rinda starvsfólkunum løn. Gjaldføri var so vánaligt, at tað var ein avbjóðing at rinda rokningar í rímuligari tíð. Til dømis hótti IRF við at steðga ruskinnsavningini í Vági, tí rokningar ikki vórðu goldnar. Nógvar fyritøkur, bæði lokalar og norðanfjørðs, máttu hava sera gott tol við kommununi, tí gjaldføri var vánaligt og gjaldstíðin av somu orsøk long.

Men við miðvísum sparingum, umleggingum, betri prísum frá veitarum, og við íløgum í t.d. orkusparandi átøk fór so líðandi at síggja betur út og fíggjarliga rásarúmið gjørdist størri. Bara umleggingin frá at pumpa vatn av Ryskivatni til at fáa vatn (og av nógv betri góðsku) av Miðvatn, hevur spart eini 330.000 kr. um árið.

Hartil hava umleggingar av dýru gomlu lánunum, við høgari rentu (5,68%), til nýggj lán við lágari rentu (í dag 1,81%), eisini víðkað munandi um fíggjarliga rásarúmið. Rentusparingin av umfíggingini er omanfyri 1 mió. kr. um árið.

Tað er at fegnast um, at okur eisini hava verið vælsignaði við hækkandi inntøkum, hetta millum annað orsaka av einum fólkavøkstri, sum einastu 3 árini hevur verið umleið 60. -Og eisini orsaka av tí stóra virkseminum, sum hevur verið hjá okkara dugnaliga lokala vinnulívi seinastu árini.

Eg gleðist um, at tað við neyvari fíggjarstýring hevur borið til at lækka skattaprosentið við 1,3 % hetta valskeiðið, samstundis sum barnafrádrátturin er hækkaður og barnaansingargjaldið er lækkað.

Onki kemur av sær sjálvum, og tí er tað eisini ein sera góð kensla, at staðfesta, at okkara miðvísa arbeiði berur frukt.

Neyv fíggjarstýring er lykilin til framtíðina. Nú er eitt sterkt grundarlag skapt og við tí eisini nógvir møguleikarnir fyri eini spennandi framtíð fyri okkum í Vági.

Framburð skapa okur sjálv – eisini á fíggjarliga økinum !

 

Dennis Holm

X við Dennis Holm á LISTA E

Facebook viðmerking