Húsabjálving

Vinnulív – fyri hvønn og til hvat?

Henda spurningin havi eg ofta sett mær sjálvum. Hvat er alt hetta stríðið til? Er tað tað vert ella er tað einans sjálvsgóðska? Kundi tú ikki nýtt tíð tína betri við at arbeitt frá 08-17 o.s.fr.

Gamli Mærsk Mc- Kinney segði einaferð: ”Har du evnen, har du pligten.” – og umleið soleiðis kenna tey flestu tað, ið arbeiða í vinnulívinum. Hugurin og góð fólk eru fortreytin fyri framburði.

Øll vinna er krevjandi, fyri eigarin og/ella tey sum standa á odda. Hetta vita politikarnir eisini og tí standa teir altíð í rað tá ið tað nærkast valið, og lova teir gull og grønar skógir fyri vinnuna. ’Vinnan skal hava bestu karmar!’ – rópa teir í kór. Teir kenna týdningin av, at eitt fjøltátta vinnulív er í eini bygd, tí vinnulívið er høvuðspulsæðrin í einum og hvørjum samfelag.

Onki vinnulív, onki lív.

Borgarstjórin hevði eitt innlegg á Suðurrás herfyri, har hann sigur at stórir møguleikar eru í ferða- og upplivingarvinnuni, og tað hevur hann rætt í. Men møguleikar eru í øllum vinnum.

Innan smiðjuvirksemi, bæði jarn og træ, hava vit møguliga nakrir av teimum dugnaligastu arbeiðsmonnunum í landinum; har er stórir menningarmøguleikar og møguleiki fyri vøkstri. Matvørðuframleiðsla er eisini ein skjótt vaksandi vinna. Tøknifrøðilig menning er eisini ein vinna, ið ikki er tengd at eini landafrøðiligari staðseting og er sera skjótt vaksandi. Eisini hevur handilsvinnan fingið heilt aðrar treytir at arbeiða útfrá eftir at heimurin er bundin saman ígjøgnum alnótina.

Vit mugu ikki gloyma tað, ið longu er á staðnum og bara taka tað sum eina sjálvfylgju at tað er har.

Eg veit sjálvandi ikki um, ella nær, okkara politikkarar seinast vóru niðri á Tangavirkinum hjá Mortan, hjá Mikkjal og hugdu eftir framleiðsluni á Grønutúgvu, ella ein túr í Timburhandlinum, á Skipasmiðjuni o.s.fr – ongin gloymdur, men tað verður ov langt at nevna øll – og spurdu teir hvussu tað gongur og um tað var nakað teir kundu hjálpt teimum við.

Eg eri vísur í tveimum tingum. Tey høvdu fyri tað fyrsta ikki verið blakaði út aftur og fyri tað næsta vóru tey uttan iva farin klókari avstað aftur.

Tað er umráðandi, at vinnan á stðanum følir, at hon er virðismikil og at áhugið verður vístur fyri henni frá okkara býráðslimum. Tað verður sagt, at størsta vanvirðingin er, at vera ignoreraður.

Valskráin hjá okkum ljóðar soleiðis:

At samansjóða handilsvinnuna og framleiðsluvinnuna

Vøkstur, menning og trivnaður kemur bert, um arbeiðspláss eru í bygdini. Vágs Kommuna hevur vanrøkta hetta í ólukku mát og vilja vit sum skjótast seta eitt fólk til at samskipa vinnulívið í Vági – líka fra handilsvinnu til ferða- og framleiðsluvinnuna.

Innovatión kemur sjáldan av, at ein persónur skal hugsa alt einsamallur. Oftast spyrst innovatión burturúr samstarvi ímillum framfýsin fólk, ið møtast og deila royndir. Hetta manglar í Vági og hesum vil eg arbeiða fyri, tí samstarv er altíð áhugavert og mennandi og ger lívið vert at liva – eisini vinnulívið.

 

Erhard Joensen

Listi B

Facebook viðmerking