Húsabjálving

Nýggj tænasta til eldraøki.

Eldru borgarar okkara, skulu raðfestast hægri. Vit hava borgarar í okkara kommunu, sum hava tørv á meira hjálp, enn tey í dag fáa. Tíðin uppá hvønn borgara, sum í dag fær hjálp, verður ofta uppgjørd í minuttum, har nógvar uppgávur skulu náast, men tíð er ikki til tess. Her er grundarlag fyri menning av tænastuni. Vágs kommuna hevur í dag fíggjarligt rásarúm, fyri at kunna bjóða nakrar nýggjar tænastur út, og tað ræður um, at tryggja, at so nógvir borgarar sum gjørligt, fáa ágóða av góðu gongdini.

Tað eru nógv eldri fólk í kommununi, sum hava trupult við at vaska og rudda heim síni, og at fáa ymiskt annað fyrifallandi arbeiði frá hondum. Talan er um borgarar, sum búgva heima hjá sær sjálvum, og ikki ynskja ella hava tørv á, at búgva á eldrasambýlið. Nógv teirra eru tengd av, at vinfólk og familja hjálpir teimum, við húsarhaldinum.

Kommunan hevur nakrar møguleikar her, at fara inn og hjálpa teimum. Tað nýtist ikki gerast ein stór íløga her, hvørki umsitingarliga ella í praksis. Ein loysn kann verða, at seta fólk í starv, hvørs arbeiði vil verða at koyra runt í kommununi og hjálpa teimum eldru. Her verður ikki hugsa um røkt og terapi, men hjálp til gerandisdagin, keypa inn, vaska, rudda, sláa gras og annað fyrifallandi arbeiði.

Hetta kann fíggjast á ymsar mátar. Útreiðslurnar kunna deilast millum kundan og kommununa. Á hendan hátt, verður tað meira áhugavert hjá teimum, sum hava tørv á hjálp, at gerast partur av skipanini.

Ein alternativ og bíligari loysn vil verða, at seta yngri fólk, sum ynskja at fáa nakrar krónur eftir skúlatíð. Kommunan setur ungar fólkaskúlanæmingar í arbeiði, á hvørjum sumri, har tey sleppa, at nerta sær nakrar royndir á arbeiðsmarknaðinum og royna hvat tað er at hava eina inntøku. Her kundi kommunan royndarkoyrt eina skipan, har nakrir ungdómar sleppa at arbeiða nakrar tímar um vikuna eftir skúlatíð. Hetta vil bæði hjálpa og menna førleikarnar hjá teimum ungu, vinna sær eitt sindur av peningi og ikki minst verða ein kærkomin hjálp hjá teimum eldru. Eitt samstarv millum yngsta og elsta ættarlið okkara.

Tænastan skal ikki kosta borgaranum nógv. Hvussu bíliga hetta kann gerast, veldst av, hvussu stórur áhugin fyri slíkari tænastu er, og hvussu útreiðslurnar verða deildar millum borgaran og kommununa. Hetta er ein spurningur, sum skal viðgerast nærri, men er heilt víst nakað, sum eigur at verða sett í verk skjótast gjørligt.  Eldri borgarin skal eisini raðfestast.

 

X við Magnus Mørk Hjelm

Valevni Javnaðarfloksins til kommunuvalið í vági 2016

 

Facebook viðmerking