Húsabjálving

Smáttur við Laksá, Ítróttaháskúlin og Páls Høll – tríggjar sólskinssøgur í Vági

Kirstin Strøm Bech, fyrrverandi borgarstjóri, soknast í valgrein eftir kunning og gjøgnumskygni í Vágs kommunu.

Haldi tey allar flestu, sum hava fylgt við Vágs kommunu seinastu 4 árini kunnu taka undir við, at Vágs kommuna er ein sera opin kommuna, sum á heimasíðuni www.vagur.fo, sum verður 4 ár um ársskiftið, kunnar um alt, sum kunnast kann um.

Tríggjar sólskinssøgur í Vági, sum hava verið við til at sett Vág á Føroyakortið seinastu árini, setur fyrrverandi borgarstjórin spurnatekin við, og sóknast eftir opinleika um smátturnar við Laksá, Ítróttaháskúlan og Ítróttaeftirskúlan, og Páls Høll.

 

Smátturnar við Laksá eitt frambrot og ein sólskinssøga !

Allar kommunur í landinum stríðast við at fáa íleggjarar, ikki minst íleggjarar av vinnuligum slag. Soleiðis eisini í Vágs kommunu

Fyri at fáa íleggjar á ferðavinnuøkinum hevur Vágs kommunu gjørt eina útstykking til ferðavinnubústaðir við Laksá. Júst á sama hátt, sum kommunur gera útstykkingar til sethúsabygging. Útstykkingin við Laksá hevur kostað Vágs kommunu smáar 110.000 kr. 10 smáttur eru bygdar og íløgur eru gjørdar av privatum íleggjarum fyri meiri enn 5 mío. kr. í smáttur til ferðavinnuna.

Hendan íløgan hevur longu ført við sær stór framstig á ferðavinnuøkinum, ikki minst tí 60-80 nýggj songjapláss nú er komin til ferðavinnuna í Vági. Ein stórur vøkstur í ferðavinnuni sæst longu – hetta einamest orsaka av nýggjum útboði av songjaplássum. Verður gongdin fram til endan av september í ár samanborið við í fjør (2015), so er talan um ein vøkstur í talinum av seldum songjaplássunum í Vági á omanfyri 170%. Og er hetta nógv størsti vøksturin í øllum landinum !

Handlar, kioskir og fyritøkur í Vági boða eisini frá øktari sølu orsaka av smáttunum við Laksá. Eisini hevur ferðavinnuøkið ført við sær øktar lønarútgjaldingar, tí fleiri fólk hava í summar arbeitt við reingerð og við at vaska klæðir. So talan er um ein sera positiva søgu, har kommunan saman við privatum íleggjarum hevur gjørt risa framstig á ferðavinnuøkinum.

Sólskinssøgan við Laksá hevur kosta Vágs kommunu smáar 110.000 kr., skapt íløgur fyri meiri enn 5 mió. kr. og lagt lunnar undir eina spennandi framtíð á ferðavinnuøkinum í Vági. Tað eiga okur at gleðast um og verða stólt av.

Og bara so ongin ivast, hvørki eg persónliga ella nakar í mínari familju eigur í nakrari smáttu við Laksá.

Á heimasíðuni www.vagur.fo ber til at leita eftir “smáttur” og koma tað tá fleiri tíðindastubbar fram um smátturnar við Laksá.

 

Ítróttaháskúlin og Ítróttaeftirskúlin

Ein onnur sólskinssøga í Vági er Ítróttaháskúlin í Suðuroy, sum er staðsettur í Vági, og sum byrjaði virksemi í august í ár. Bæði í Vági, kring alt landið og uttanlands við, eru fólk totalt imponeraði av hesum skúla. Áhugin fyri at koma á Ítróttaháskúla í Vági er stórur, og tá næsta skeiðið byrjar í januar, koma fleiri ung fólk úr útlondum til Vágs at ganga í skúla.

Eins og kunnað er um á heimasíðu Ítróttaháskúlans, www.his.fo, so er talan um ein sjálvognarstovn, sum fær fíggjarligan stuðul frá Landinum umvegis lógina um Stuðul til háskúlar. Harumframt er eitt næmingagjald, sum einstaki næmingurin rindar.

Vágs kommuna hevur at kalla onki við Ítróttaháskúlan at gera; jú, kommunan fær leiguinntøkur fyri skúla- og ítróttahølir. Undirritaði hevur tó verið primus-motor í at fáa stovnsett Ítróttaháskúlan, og eg eri ómetaliga stóltur av og glaður um, at hesin Ítróttaháskúlin hevur sæð dagsins ljós í Vági. Og gleðist eisini um, at skúlaungdómar aftur dagliga síggjast á ferð í Vági.

Undirritaði hevur eisini verið primus-motor í at fáa lagt Ítróttaeftirskúla afturat Ítróttaháskúlanum, eftir somu skipan sum háskúlin. Kemur Ítróttaeftirskúlin í lag, verða enn fleiri størv til útbúgvin fólk her í Vági, enn fleiri skúlaungdómar verða at síggja í gerandisdegnum – og raksturin verður fíggjaður av Landskassanum umvegis lógina um Eftirskúlar og av næmingagjaldið.

Og nei, Ítróttaeftirskúlin er ikki treytaður av Marghøllini, tó Marghøllin, við innandura venjingarmøguleikum og møguleikum fyri øðrum ítróttagreinum enn okur hava í dag, hevði gjørt Ítróttaeftirskúlan enn meiri spennandi.

Og bara so ongin ivast, alt arbeiðið í stýrinum fyri Ítróttaháskúlan og Ítróttaeftirskúlan er ólønt, eins og skrivað stendur í viðtøkunum.

 

Páls Høll

Ein triðja sólskinsøga er Páls Høll, sum fylti 1 ár herfyri. Páls Høll er í stóran mun bygd upp av okkum øllum, við góðum fíggjarligum stuðli frá privatum fyritøkum og einstaklingum. Páls Høll kostaði íroknað rentum, byggistreymi vm. umleið 23 mió. kr. at byggja. Vágs kommuna hevur higartil stuðlað byggingini av Páls Høll við umleið 1 mió. kr. Harumframt er raksturin av gamla svimjihyli fluttur til Páls Høll sum leiga fyri skúlasvimjingina hjá Vágs skúla.

Umboð fyri Grunnin Páls Høll hava verið á fundi við Býráðið og er samskifti millum Býráðið og Grunnin um fíggjarligan stuðul til liðugtgerðina. Væntandi verður málið greitt til næsta býráðsfund. Lítið er at ivast í, at Býráðið fer at viðgera eina umbøn um luttøku í liðugtgerð av Páls Høll positivt.

Og bara so ongin ivast, so er undirritaði ella nakar annar í mínari familju ikki og hevur ongantíð verið á lønarlista hjá Páls Høll.

 

Marghøllin

Í umleið 1½ ár hevur verið arbeitt við ætlan um at byggja Marghøll í Vági. Undirritaði, Tekniski leiðarin hjá Vágs kommunu, og formaðurin í Teknisku Nevnd hava verið primus motor handan verkætlanina. Eitt samt býráð, við umboðum frá Lista E, Javnaðarlistanum og Uttanflokkalistanum (Conrad Gaard Joensen tó burturstaddur) hava í fleiri umførum samtykt at fara undir Marghøllina og eisini játtað pengar til Marghøllina í 2016.

Í mai varð kunnað alment um ætlanina um Marghøll. Greitt var frá ætlanini, innihaldinum, brúkarum os.fr. Greitt varð eisini í mai frá, at sjálvognarstovnurin Vágs Ítróttaráð skuldi byggja. Greitt varð frá, at lánifígging var tøk, men at søkjast fór um stuðul frá FSF og frá donskum grunni. Eisini varð greitt frá, at Vágs kommuna kom at stuðla íløguni og verða partur av rakstrinum. Greitt varð frá, at fíggjarligi parturin ikki var uppá pláss, tó meting var um at samlaða íløgan fór at verða umleið 20 mió. kr.

Síðan mai hevur verið arbeitt við at búna ætlanina, við at fáa lýst allar partar av ætlanini við Marghøll. Ikki er komið heilt á mál enn. Í oktober var tó aftur ein almennur kunnandi fundur, hesaferð serliga um fíggjarliga partin. Greitt varð frá, at íløgan nú er komin niður á umleið 13 mió. kr. Framvegis er tað Vágs Ítróttaráð sum byggir. Uppskot er um leist, har Vágs kommuna ger trý fíggjarlig innskot til Marghøllina, 2 mío. kr. í 2016 (er játtað av býráðnum), 2 mío. kr. í 2017 (er á fíggjarætlanini) og 2 mió. kr. í 2018. Restin verður fíggjað við stuðli frá FSF, donskum grunni, og um nakað er eftir, eftir tað, verður tað fíggjað við lántøku. Greitt varð frá, at Vágs kommuna skuldi rinda leigu fyri at ítróttafeløg, skúlin, ungdómshús, barnaansingin, ung, tilkomin og eldri, kundu brúka Marghøllina ókeypis. Greitt varð eisini frá á fundinum, at komið er ikki heilt á mál við fíggjarliga partinum enn.

Væl varð møtt á báðum kunnandi fundunum. Tað er mín greiða fatan, at fundarfólki fór væl upplýst av fundunum báðum, eisini tey, sum ivaðust áðrenn fundin. Hevur Kirtin Strøm Bech fleiri spurningar til ætlanina við Marghøll, so er bara at siga frá.

Men lat tað verða sagt eina ferð afturat, eins og sagt varð á kunnandi fundinum: Sitandi býráð hevur brúkt 4 ár uppá at fáa Vágs kommunu á rætt kjøl aftur fíggjarliga. Sjálvandi verður ikki farið undir at byggja Marghøll í óðum verkum. Tá verkætlanin er klár og full greiði er á fíggjarliga partinum, verður støða tikin til hvussu og um farast skal fram víðari.

 

Eftir stendur spurningurin, um fyrrverandi borgarstjórin setur spurnartekin við opinleikan hjá Vágs kommunu, ella um spurnartekin verður sett við undirritaða og áhugamálini hjá undirritaða, tá arbeitt verður við at stinga út í kortið og gera Vág til ein enn betri stað at búgva og virka í.

Eg vóni at tey flestu er før fyri at meta um hvussu Vág hevur ment seg og hevur gingið nýggjar leiðir seinastu árini við einari røð av sólskinssøgum, sum skunda undir, at Vág aftur er við at gerast ein spennandi og mennandi staður, sum dregur fólk til sín.

 

Dennis Holm
X við Dennis Holm á LISTA E

Facebook viðmerking