Húsabjálving

Góðu Vágbingar!

Til hetta býráðsvalið, havi eg fingið fleiri áheitarnir um at stilla upp. Hetta havi eg so valt at gera, og eg takki fyri álitið.

Her eru nøkur teimum málum, sum eg fari at arbeiða fyri, um eg verði valdur:

  • Mítt brennandi ynski er, at fáa so nógv arbeiðspláss til Vágs sum møguligt.
  • At teir vinnuligu karmarnir eru í topp.
  • At vit skulu hava reint vatn “ALT” árið!
  • Tryggari umstøður til skúlabørn, til og frá skúla.
  • At gera gonguteig út á Nes.
  • At gera gonguteig av sandinum og til Pálshøll.
  • At vegurin til og frá barngarð verður uppraðfestur, vegbungur o.a.
  • Spillivatnsætlanin má uppraðfestast
  • Ein veg í millum Geilina og Toftavegin.

Miðskeiðis í bygdini, ímillum Geilina og Toftaveg, er eitt stórt økið við nøkrum sethúsum á. Tey sum í sínari tíð keyptu hesi hús, fingu lova ein veg til húsini. Summi av hesum húsum havi staðið í fleiri áratíggju! Tað eigur ikki at vera rætt, at man í 2016 ikki skal kunna hava møguleika at koyra til síni egnu hús. Eg síggi fyri mær, at um so er, at vit fáa ein veg gjørdan í millum Geilina og Toftaveg, hava vit allar møguleikar at útstykkja tey grundstykkju, ið eru á økinum. (Hesin vegurin nýtist bert at vera einsrættaður).

Mangt gott er skrivað, og øll vilja tað besta. Eg vil sleppa til arbeiðis.

Eg tori!.. torir tú?

X við Elian H. Hansen

Valevni fyri javnaðarflokkin

 

Facebook viðmerking