Húsabjálving

Tillaging av eldraøkinum til framtíðar avbjóðingar

Í sambandi við at vit liva longri og læknavísindi verður betur og betur, verða vit fleiri og fleiri eldri, men samstundis eru færri hendur til at taka sær av teimum eldru, sum hava hjálp fyri neyðini. Tí eiga vit at tillaga eldraøkið, so vit verða før fyri at hjálpa, har tað veruliga er tørvur á tí. So um vit vilja lofta uppgávunum á eldraøkinum í framtíðini, er alneyðugt, at vit veita aðrar tænastur enn bert røkt.

Tað fara altíð at vera borgarar, sum hava tørv á røkt, og teir skulu sjálvsagt hava alla tað røkt og hjálp teimum tørvar. Men tørvur er eisini á at veita aðrar tænastur, so vit kunnu fyribyrgja førleikamissi hjá borgaranum.

Kanningar vísa, at øll vilja vit helst búgva heima sum longst og klára okkum sjálvi. Vit vilja heldur enn fegin vera virkin alt lívið, taka hond um og ávirka okkara egna lív, verða sjálvstøðugt, og hava eitt meiningsfult lív.

Í londunum kring okkum, hava tey í fleiri ár arbeitt við hesum hugtøkum. Tey hava arbeitt við konceptinum Gerandisrehabilitering, hvørs høvuðsendamál er, at stuðla borgarunum í møguleikanum at hava eitt gott lív heima hjá sær sjálvum. Gerandisrehabiliteringin fer fram í heimunum og nærumhvørvinum hjá borgaranum. Royndir siga, at borgarar, sum høvdu mist  ella vóru í vandi fyri at missa førleikar, gjørdust aftur sjálvbjargnir og sjálvstøðugur.

Tað eru sera góðar umstøður at veita venjing á Hamragarði, men vit eiga eisini at veita venjing í heiminum og/ella nærumhvørvinum hjá borgaranum. Venjingin tekur tá støði í gerandisdegnum hjá hvørjum einstaka, so hann aftur megnar sín egna gerandisdag.

Fleiri tiltøk kunnu setast á stovn, so sum ymiskir bólkar, har tey eldru kunnu verða saman um okkurt, t.d. gera mat, ferðast saman, spæla kort, dansa, lesu bøkur, ganga túrar, ja her er tað bert hugflogið, sum setur markið. Ein teldukafé í Miðlatúni, har teir eldru borgararnir kunnu koma og læra seg eitt nú at brúka teldu, við frálæru frá teimum ungu, kundi verið eitt hugskot.

Tað er sjálvandi av alstórum týdningi at atkomuviðurskifti til øll tiltøk eru best møgulig.  Her hugsið eg ikki bert um atkomuna inn til staði, men eisini um at koma frá egna heimið og til tiltaki.  Um ein ikki sjálvur er førur fyri at koma til tiltakið, skal tað standa einum í boði, at sleppa við bili/bussi til hesi tiltøk.

Tænastur so sum, reingerð, innkeyp og tílíkt, eru tænastur, sum allir borgarar eiga at hava rætt til.  Sum fíggjarstøðan hjá kommununi sær út í løtuni, hevur Vágs Kommuna ráð til at seta fólk í starv til hesar tænastur.

Hyggja vit eftir bústaðarmøguleikunum hjá teimum eldru, so stendur valið bert millum egið hús ella stovn (sambýli ella røktarheim). Tað eru mong , sum ikki eru før fyri at halda hús, ella eru ótrygg við at vera einsamøll, men eru so mikið væl fyri at teimum ikki nýtist at fara á sambýli ella røktarheim, men tey hava onki annað val.  Tørvur er tí á at byggja eldraíbúðir, sum ger tað gjørligt hjá hesum fólkum at verða longst møguligt heima. Eldraíbúðirnar skulu byggjast soleiðis, at tey verða so sjávlbargin, sum gjørligt, at tey kunnu fáa gleði av hvørjum øðrum og kunna hjálpa hvørjum øðrum. Tað er eisini sera umráðandi hvar hesar íbúðir verða bygdar. Tær skulu liggja á einum tílíkum stað, so tað er lætt hjá teimum eldru at fara til handils, hárfríðkan, lækna og annað, uttan at skula verða bundin av hjálp frá øðrum. Soleiðis at tey haldað fram við, at verða ein partur av býarmyndini.

Eisini eiga vit at bjóða fyribyrgjandi heimavitjan til øll yvir 65 ár, so vit skjótast gjørligt kunnu veita tænstur og hjálp, og harvið varðveita sjálvbjargni hjá borgaranum. Hettar skal verða eitt tilboð, sum borgarin sjálvir velur um hann tekur av tí.

Eg veit væl, at hetta ikki er nakað, sum hendur uppá 4 ár, men skjøtil kann verða settur á, so vit byrjað at arbeiða fram móti hesum.

Vágs Kommuna eigur ikki allar hesar uppgávur, men kommunan kann leggja hølir til, skipa fyri koyring til ymisk tiltøk, og seta starvsfólk til reingerð og innkeyp. Eisini kann kommunan seta ein terapeut at veita venjing í heiminum og nærumhvørvinum hjá borgaranum.

Kommunan er eisini ein partur av Bú- og Heimatænastuni, og hevur tí góðar møguleikar at ávirka,  hvat Bú- og Heimatænastan leggur dent á, og hvørjar tænastur skulu veitast. Eg meti so heilt vist, at Bú- og Heimatænastan eigur, at hugsað meira breitt og fjølltátta, enn tað verður í dag.

 

X við lista C. X við Vigdis Nolsøe

 

 

 

 

 

Facebook viðmerking