Húsabjálving

Hey allir Vágbingar  

Eg havi valt at stilla upp til býráðsvalið, tí tað eru ymisk viðurskiftir, ið eg ynski at bøta um.

Eg havi arbeitt á Læknamiðstøðini í 34 ár, og seinastu 20 árini havi eg klagað um, at m.a. ventilatiónin ongantíð hevur virka. Býráðið hevur ongantíð tikið hettar í álvara, hetta hevur viðført, at arbeiðsfólkið ikki trívist, her skal læknamiðstøðin dagførast frá A til Z beinanvegin.

 

Viðvíkjandi sertannrøkt hjá børnum, er tað soleiðis í dag, at foreldur noyðast norður um fjørð, fyri at børnini fáa røttu viðgerð. Hetta eigur at broytast, soleiðis, at sertannlæknin kemur til Suðuroynna at viðgera børnini.

 

Eldraøki er lagt út til kommunurnar, alt gott um tað. Tó kundi eg hugsað mær, at arbeitt við  at stovna ein bólk, ið kann vitja tey gomlu sum enn búgva heima. Og samstundis sum, at tey kunnu ganga teimum til handa, um tørvur er á tíð.

 

Eg vil arbeiða fyri, at dagføra Ítróttarøkið á Eiðinum. Millum annað nýggjan graslíkisvøll, og dagføra VB húsið, soleiðis, at Vágbingar kunnu halda stórar veitslur í bygdini.

Eitt hugskot kundi eisini verið, at býráðið setti eitt par at umsita alt Ítróttarøkið á Eiðinum og soleiðis gera tað lættari tá veitslur o.a. skulu fyriskipast.

Bakkafrost hevur søkt um at fáa Hvalbiarfjørð at ala á, teir hava stórar ætlanir fyri Suðuroynni og merkir hetta fleiri arbeiðspláss, okkara flokkur er í samgongu og er tað eitt krav, at teir arbeiða soleiðis at Bakkafrost fær bestu kor at virka undir til gagns fyri okkum øll sum búleikast í Suðuroynni.

 

Vesturi í Bø eiga vit Sjagagarð, ið hevur fostrað fleiri góðar fótbóltsspælarar, men eisini eiga vit at fáa gjørt eitt spælipláss til tey yngru børnini. Hóskandi økið er til taks vesturi í Bø, so her er bara at fáa gongd á.

 

Fleiri ferðafólk eru komin til Vágs seinastu árini, og eiga vit at arbeiða víðari fyri at varðveita hesa góðu gongd. Her eigur Kunningarstovan at skipa fyri enn fleiri tiltøkum, soleiðis, at fleiri ferðafólk koma til Vágs.

 

Skattaprosenti í Vági hevur verið eitt tað hægsta í nógv ár. Seinastu fýra árini er tað tó lækkað, og vil eg arbeiða fyri, at tað skal lækka enn meira, soleiðis, at tað kemur øllum borgarum í bygdini til góðar.

 

Bjargingarstøðin/Sløkkiliðstøðin liggur á Eiðinum, mangan er torført tá harðast leikar á, at koma vestur á Eiði, her eiga kommunurnar í Syðru helvt at leiga/keypa ein bygning á havnarøkinum, hettar kemur at gera sjálvbodna arbeiðið nógv lættari og umstøðurnar væl betri.

Spæliplássið í Barnagarðinum eigur at betrast og stikast inni.

 

Kráarvegur eigur at gerast soleiðis, at bilar kunnu møtast uttan trupulleikar.

 

Gonguvegir millum høvuðsvegir eiga vit at fáa dagførdar.

 

Framhaldandi at fríðka bygdina og serliga eiga vit at hugsa um útjaðarar í bygdini.

 

Vit eiga røsk vinnulívsfólk, eg vil arbeiða fyri, at tey fáa bestu karmar at virka undir.

 

EG VIL ARBEIÐA FYRI:

  • LÆGRI SKATTAPROSENT.
  • LÆGRI BARNAANSINGARGJØLD.
  • LOYSN Á SERTANNRØKTINI.
  • DAGFØRING AV VB-HÚSINUM.
  • UPPRAÐFESTING AV LÆKNAMIÐSTØÐ
  • UPPRAÐFESTING AV BÁTAHYLI.
  • UPPRAÐFESTING AV SPÆLIPLÁSSUM.
  • ØKTA FERÐAVINNU.
  • FLEIRI TÆNASTUR TIL TEY ELDRU.

Í VÁGI SKULU ØLL:

  • HAVA ARBEIÐIÐ.
  • TRÍVAST.
  • HAVA ÁVIRKAN.
  • HAVA GÓÐAR KOMMUNALA TÆNSTUR.
  • HAVA ATGONGD TIL ÍTRIV.
  • FØLA SEG VIRDAN.

Eg eri ábyrgdarfull, vísi virðing, sera arbeiðssom og hyggi frameftir…

 

X við Ingun Poulsen

Facebook viðmerking