Húsabjálving

Ganga nýggjar leiðir – komið við !

Seinastu fýra árini hevur Vág gingið á odda í at skipa nýggj útbúgvingartilboð í Føroyum. Útbúgvingartiboð á Fjarlestrardeplinum, sum geva okkara ungdómi møguleika at taka hægri útbúgving her á staðnum. Útbúgvingar, sum geva ungum og tilkomnum møguleika at nema sær útbúgving, uttan at flyta úr Vági. Ongin ivi er um, at hetta hevur havt ávirkan á fólkatalsgongdina og trivnaðin í Vági.

Vág hevur gingið undan í at stovna Ítróttaháskúlan í Suðuroy, sum í dag dregur ungdómar úr øllum landinum og úr útlandinum til Vágs á Ítróttaháskúla. Sum dregur ungdómar til Vágs at uppliva okkara vøkru náttúru, samstundis sum tey venja og íðka ítrótt.

Vág gongur eisini á odda, nú Ítróttaeftirskúli ætlandi verður lagdur afturat Ítróttaháskúlanum. Háskúli er fyri ungdómar 17 ár og eldri, meðan eftirskúlin er fyri ung í 10. floks aldri. Við Ítróttaeftirskúlanum koma enn fleiri ung at leita til Vágs í útbúgvingarørindum.

Umframt at Vág við Ítróttaháskúlanum hava fingið fleiri størv til útbúgving fólk, og fara at fáa enn fleiri størv við Ítróttaeftirskúlanum, so eru Vág eisini við at gerast ein útbúgvingarstaður í Føroyum, sum dregur fólk til sín úr øllum herðashornum.

Gongst sum ætlað, so verða tað útvið 100 næmingar á Ítróttaháskúlanum og Ítróttaeftirskúlanum innan 2-3 ár. Og við fleiri útbúgvingum á Fjarlestrardeplinum, so fara eini 150-200 ungdómar at verða undir útbúgving í Vági, har ein stórur partur eru ungdómar, sum koma aðrastaðni frá.

Hesi seinastu fýra árini hevur Vág gingið heilt nýggjar leiðir.

Komandi árini skulu næstu fetini gangast. Víðkast skal um útbúgvingartilboðini á Fjarlestrardeplinum. Bestu umstøður skulu skipast til Ítróttaháskúlan og Ítróttaeftirskúlan.

Vág gongur nýggjar leiðir og er aftur við at gerast ein spennandi og mennandi staður, sum dregur fólk til sín.

 

Framburð skapa okur sjálv – tað skal hart arbeiði til, og tann innsatsin eri okur til reiðar at gera !

 

X við Dennis Holm
Á LISTA E

Facebook viðmerking