Húsabjálving

Góðu Vágbingar!

Við mínum fakkunnleika sum byggifrøðingur, vil eg gera mítt besta, so vit kunnu fáa betra um umstøðurnar á teimum bygningum sum kommunan eigur, hvørs tað er viðlíkahald, nýgerð ella talan er at gera teir meira orku vinarligar.

Sum foreldraumboð í skúlastýrinum havi eg/vit mett, at tað gongur ov seint at fáa gjørt ymiskt, nevnast kann spæliplássi sum arbeitt hevur verið uppá í nærum 4 ár og ikki er liðugt, betri umstøður til rørslutarnað, sum er eitt krav til almennar bygningar og okkara skúla sum valstað og ikki minst manglandi útsúgving til smíð og alisfrøði, har okkara børn skulu ganga og ikki minst til lærararnar sum arbeiða har.

Nógv er skriva um hvat skal gerast og hvussu vit kunnu gera tað meiri spennandi at koma til okkara deiligu bygd, eg vil nevna nakað av tí sum eg meti vera rætt, at kommunan tekur sær av og kann stuðla:

  • Grønan orkupolitikk
  • Betra um vegakervi í bygdini
  • Reint vatn til allar borgarar í kommununi
  • Tryggari farleiðir út á Nes og yvir í Pálshøl
  • Spæliplássi við skúlan skal gerast liðugt í 2017
  • Manglandi útsúgving í smíð- og í alisfrøði skal gerast
  • Kavarudding skal eisini fevna um brekkur og gonguteigar
  • Byggja uppí barnagarðin og nýtímansgera dagrøktarhúsið
  • Virðilig kor til tey gomlu, hvørs tey búgva heima ella á einum heimið
  • Skifta ketlar í skúlanum og aðrastaðni til orkusparandi ketlar ella annað
  • Veg til hús sum eru bygd eftir ætlan hjá kommununi, men eingin vegur er komin
  • Seta spillivatnsætlan í verk, har man deilir tað upp í økir og gera tað fullliðug um gjørligt
  • Buss steðgistað og betri umstøður til rørslutarnað við skúlan og betri umstøður til og frá skúla

Eg vil enda við at ynskja øllum eitt gott val, við vón um gott samstarv til tey sum skulu mynda okkara býráð tey næstu fýra árini.

X við C – Olgar Mortensen

 

Facebook viðmerking