Húsabjálving

Góðu veljarar!

Í morgin endar valstríðið, og er tíðin tá komin til, at tit skulu geva tykkara atkvøðu.

Okkara ringasti fíggindi, á valdegnum, er ein lág valluttøka. So tað besta, ið tú kanst gera fyri Kommunulistan, er at eggja flest gjørligt til at seta teirra kross.

Í valstríðnum havi eg valt at raðfesta vinnulívið, barnaansingina, trivnaðin og margfeldi, men eisini onnur økir liggja mær í huga, so sum ein kommunusamanlegging, eldrarøkt, útbúgving og tað at vera ein útjaðarakommuna.

Fyri at fremja orð í verki, betra korini og styrkja Tvøroyrar Kommunu, er tað ein fortreyt at virka innanífrá í skipanini.

So góðu veljarar; brúkið tykkara fólkaræðisliga rætt. Tak tín granna, vinir og kenningar undir armin og far og atkvøð fyri Kristinu Kambskarð Sørensen, Kommunulistin.

Havið í huga at vera tilvitandi um, at vit eru øll menniskju. Minnið hvønn annan á, at tað er góð siðvenja at virða rættin til at hava onnur sjónarmið enn okkara egnu.

 

Gott býráðsval hin 8. november 2016

 

Kristina Kambskarð Sørensen

Listi K

Kommunulistin

Facebook viðmerking