Húsabjálving

Út við hvørvisjónum – inn við visjónum

Nú eru ikki nógvir tímar til krossurin skal setast. Hugaligt er at fylgja við valstríðnum her í Vági; nógv gott fólk er í framboði og hugskot og ætlanir tróta ikki.

Tikið samanum, so vilja okur øll menna eldraøkið, barnaansingarøkið, fólkaskúlan, tilboð til okra ungdóm, ítróttarøkið, heilsumiðstøð og barnaverndarøkið. Okur vilja gera betri vegir og gongugøtur, bøta um parkeringsviðurskifti, útstykking, spillivatnskipan, tryggja vinnuni góðar karmar og ikki minst, syrgja fyri, at vatnið er reint og klárt. So óansæð, hvussu leikur fer fram tann 8. novembur, skuldi onki av hesum blivið valagn um góð fýra ár. Hetta haldi eg, er eitt gott mál at seta sær; at tær kjarnutænastur – tað, ið er nevnt omanfyri, skulu bara koyra. Hetta eru tænastur, ið ikki skulu valda okum borgarum høvuðbrýggj – hetta skal rigga. Tí hetta er tað, ið okra skattakrónur fyrst og fremst skulu fara til.

M.a. hevur verið ført fram, at ynskiligt er at hoyra meiri ítøkiligar ætlanir, og herfyri varð skrivað, at neyv fíggjarstýring var lykilin til framtíðina. Eg taki undir við hesum; neyv fíggjarstýring er neyðug og ítøkiligar ætlanir eru eisini neyðugar. Tað er neyðugt, at okur seta okum fyri, hvussu okur – yvir eitt fýra ára skeið ella longri, stinga út í kortið, hvussu okra kjarnutænastur verða mentar og viðlíkahildnar. Hetta gera okur best við tøttum samstarvi millum borgara, stovnsleiðslu og kommunu.

Tryggja okur, at kjarnutænasturnar altíð virka, sum tær eiga, fáa okur nøgdar vágbingar ella í øllum førum ein meiriluta av nøgdum vágbingum. Tað vil altíð verða onkur, ið fellur uttanfyri hesi økir og teimum skulu okur megna at lofta; okra lítla samfelag er als ikki so einsháttað tá tað kemur til stykkis.

Henda síðsta vikan hevur verið serliga lærurík fyri meg; innkeypstúrarnir hava tikið sera langa tíð, tí eg eri follin í prát við nógv fólk. Eisini hava nógv fólk ringt og hava skrivað til mín á facebook. Og fólk hava nógv uppá hjarta. Tey allarflestu spyrja, hvat eg kann bjóða, men eg spyrji eisini altíð, hvat ynskir tú? Nógv ynskja sær ein betri bátahyl ella ein annan bátahyl. Nógvir sjómenn ynskja sær smidligari tilboð innan heilsu, útbúgving og frítíð og nógvir av teimum hava sett fram ynski um ein skjótibana og eitt kreativt verkstað. Foreldur, ið hava virkin børn í ítrótti ella í mentanar-/áhugabólkum, ynskja íblástur til onnur stuðulstiltøk. Fleiri á mínum aldri og eldri ynskja sær, at jóansøkan aftur verður ein av teimum feitastu stevnunum. Fleiri eldru heimabúgvandi borgarar, og borgarar, ið eru raktir av sjúku, sakna eina hjálpandi hond, tí tað er ikki altíð, at onkur í familjuni er at heita á; fyri summi kann tað verða ein fyritøka at fáa skift eina ljósperu!

Fleiri vinnurekandi her í Vági ynskja hjálp til ymsar tekniskar og juridiskar avbjóðingar. Onnur ynskja hjálp til marknaðarføring og menna spennandi tilboð til kundarnar alt eftir árstíð. Nógvar av hesum fyritøkunum eru lítlar, og tí er kostnaðarmikið at fáa sær serkøna hjálp/ráðgeving. Fyritreytin fyri vøkstri er, at fyritøkurnar ynskja at veksa og hetta ynskið er til staðar.

Ynskiligt er, at eitt komandi býráð arbeiðir strategiskt við at menna og viðlíkahalda okra kjarnutænastur. Soleiðis, at borgarin veit, hvat verður gjørt og hvat skal gerast á hesum økjum og hevur eina tíðarlinju at fyrihalda seg til.

 

X við lista B – X við Marin H. H. Gaardlykke

 

Facebook viðmerking