Húsabjálving

Eldraøkið

Nú, ið  Bú- og Heimatænastan hevur yvirtikið eldraheimini, sparir vágs kommuna nógvar mill. kr. Hetta eigur ikki minst at koma teimum eldru borgarunum tilgóðar. Eg síggi, at býráðið vil brúka sparda peningin til skattalætta og barnafrádrátt og alt gott um tað. Men skatturin hjá pensionistum burdi verið væl lægri. 50 kr. um mánaðin er ikki nógv at lata teimum í lætta.

Ofta verður tosað um at eldru borgarirnir skulu kunna búleikast í egna heimi so leingi sum møguligt.  Hetta er sjálvsagt, men møguleikarnir til tess eru bara versnaðir hesi nógvu seinastu árini. Hvussu skulu fólk trívast í sínum heimi, tá tey ikki orka longur at fáast við reingerð og ikki kunnu fáa hjálp til tess?  Nú  mugu vit vænta at hetta kemur í rættlag!

ELDRARÁÐ !

Tá støða skal takast alment  til, hvussu umstøðurnar hjá teimum gomlu í samfelagnum skulu vera, eru tað fakfólk og politikarir, ið taka avgerðirnar. Alt gott um tað, men tað er margháttligt at smoyggja loysnirnar yvir høvdið á teimum, uttan at hesi kunnu hava nakra ávirkan á tað yvirhøvur. Allar kommunur kunnu seta eldraráð á stovn, og tað átti Vágs kommuna eisini at gjørt. Eitt virkið eldraráð kann vera til stórt gagn og tað ikki bara, tá tað snýr seg um at vera hoyrd v.v. størri  almennum avgerðum, men ikki minst í nógvum praktiskum viðurskiftum. Tey skipa eisini fyri fyrilestrum um eitt nú eldraheilsu, medisinering,  um broytingar í trivnaðar- og peningaviðurskiftum, um ein gerst einkja/einkjumaður, um vitjunartænastu  og mangt annað, ið eldru borgarirnir hava áhuga í.

Vit gleðast um, at vit hava tvey heim í Vági, eitt eldrasambýlið, sum kvinnurnar í Vági løgdu lunnar undir, og eitt ellisheim. Men vert er at taka til umhugsunar, um ikki eitt heim skuldi verið til dement fólk burturav. Hóast landsstýriskvinnan í heilsumálum talaði væl fyri hesum øki, má ásannast, at tær 250.000,-kr, ið løgtingið avgjørdi at seta av til  demensætlanin, als ikki eru við  í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017.  Hetta er eitt upplagt evni hjá einum eldraráði at skumpa undir.                                                                                                                 Tað eru fólk, ið  hava serkunnleika á økinum  og við serligari hjálp og umsorgan til demenspatientar, kunnu nakrir stovnar vísa á ein bata til hesi uppá 50% aftaná stutta tíð.  Fylgt eigur at vera væl við í áhugaverdu útviklingini innan demens, so at tey, ið eru rakt av tí – og tað  vera sambart granslingarúrslitum fleiri og fleiri av okkum  –  fáa bestu karmar.

 

 

 

 

Facebook viðmerking