Húsabjálving

Gott býráðsval tykur øll!

Ì hesum valstriði eri eg komin inn á fylgjandi í mínum greinum. Eg fari at ynskja tykkum øllum eitt gott val og eg ivist onga løtu í, at øll vilja Vágsbygd, alt tað besta. Gott val tit øll.

Niðanfyristandandi evnir, fari eg at at royna at fáa framt í verkið, um eg verið valdur 8 nov. 2016

Kafé 900 – ungdómshús: Ungdómur yvir 18 ár tørvar eitt samlingsstað í miðbýnum allar gerðandisdagar og um vikuskiftini.  Hettar eigur at vera sett í verk sum skjótast í Vági. Har skal vera fjølbroytt virksemi td. Kafé, dansur, og annað skapandi virksemi. Virksemi skal eisini vera fyri lesandi ung, bæði gerandisdagar og um vikuskifti, Tað eru fleiri bygningar, sum kunnu brúkast til endamálið. Okur kunnu byrja við einari ungdómsnevnd, sum saman við býráðnum, skulu finna eina verandi loysn. Les meira her. Hvussu fáa okur Kafé 900. http://levmo.net/2016/11/04/hvussu-faa-okur-kafe-900/

Vinnulív: Gongd skal fáast á vinnuvirksemið sum Bakkafrost ætlar at byggja í Vági. Okur skulu seta eina ”virkandi” vinnulívsdeild á stovn, somuleiðis, skulu okur seta ein samskipara, sum bidulið millum kommunu og út til vinnulívið. Les greinina um “Vinnulívshugskot”  http://levmo.net/2016/10/11/vinnulivshugskot/ og greinina ” Hví ikki rætta hondina út til okkum suðuroyingar”  http://levmo.net/2016/09/27/hvi-ikki-raetta-hondina-ut-til-okkum-suduroyingar/

Skattaprosentið skal longur niður: Soleiðis at fólkið í Vági kann merkja tað. A lt krevur sjálvsagt, at okur fáa hægri inntøkur tey komandi árini, eitt nú um Bakkafrost víðkar sýtt virksemi í Vági. Heili 33 % av vágbingun, sum eru í arbeiði forvinna eina inntøku áljóðandi 200.000 kr ì inntøku, um áriđ. Tá skulu skattir og onnur avgjøld takast av, so her er ikki nógv, at liva fyri og viđ sera høgum skattaprosentiđ, sum ikki gerð tað heilt nemmari.  Les greinina ” 33 % av eina inntøku niðan fyri 200.000 ” http://levmo.net/2016/11/04/33-hava-inntoeku-undir-200-000-kr-um-arid/ og greinina ” Gev vágbingum eitt andarhald og pengarnar aftur til fólkið ” http://levmo.net/2016/10/28/192/

Bíligari ansingarpláss; Barnaansingarprísin fyri stovnspláss má longri niður, Soleiðis, at okur eitt nú dekka systkinaavslátturin betri til barn nr 2 og 3. Les meira her. Gev vágbingum eitt andarhald og pengarnar aftur til fólkið.http://levmo.net/2016/10/28/192/

Marghøllin: Skilabest er at eitt nývalt býráð tekur støðu til byggingina av Marghøllini, sum nú er fíggingin ikki endaliga játtað og okur kenna ikki inntøkur og rakstrarútreiðslurnar av henni. Les greinina ” Vinnulív framum Marghøll “http://levmo.net/2016/11/01/vinnuliv-framum-marghoell/

Sosial tænasta: Nógv fólk koma oftani illani fyri, av einari ella aðari orsøk. Tey hava oftani trupult við, at berjast við mynduleikarnar, her hevði verið upplagt, at kommunan, veitir eina sosial tænastu, har kommuna setur ein sosialráðgeva, sum kann hjálpa fólkum, at koma víðari, sum kunnu koma illa fyri. Les greinina ” Sosial tænasta til fólk, sum koma illa fyri ” http://levmo.net/2016/11/02/sosial-taenasta-til-folk-sum-koma-illa-fyri/

Tey eldru: Okur hava eitt Pensionistafelag her í Vági, sum ikki hevur egið lokalir og tey fáa ikki hjálp, tá tey td, skulu út at ferðast, sum td. granna kommunan í Porkeri gerð. Skatturin hjá okkum, er eisini høgur, í mun til teirra láginntøku, hetta merkja tey eldru sjálvsagt nógv til. Her hevði hjálpt, at lækka skattaprosenti nakað meir enn nú er. Les greinina ” Framtíðar eldrapolitikkur http://levmo.net/2016/10/25/180/” og greinina ” Gev teimun eldru ein bita av kakuni og ikki bert kaffi “ http://levmo.net/2016/11/02/gev-teimun-ein-bita-av-kakuni-ikki-bert-kaffi/

Framtíðarætlan á Løghamri: Okur eiga í framtíðini, at gera ein nýggja smábátahavn niðri á Løgahamri og somuleiðis fríðka øki á gamla fiskaplássinum við eitt nú fólkapalli, bænkrum og trappu osfr, Soleiðis, at hesin parturin av Løghamri verður samansjóðaður við miðbýin. Les greinina  ” Vágsbygd er perlan í Suðuroy “ http://levmo.net/2016/10/06/vagsbygd-er-perlan-i-suduroy/

Umhvørvi: Spillivatnsætlanin skal gerast liðug og koma í rættlag.Sama er galdandi fyri vatntrupulleikan í Vági.

Børn og ung og skúli: Okur hava ein nýggja barnagarð, men við verandi barnatalið, er barnagarðurin ov litil, okur mugu arbeiða framímóti, at útbyggja verandi karmar. Somuleiðis má verandi spæliplássið á dagstovninum nýskapast. Hinu spæliplássini í Vági skulu eisini nýskapast. Børn við serligum avbjóðingum, skulu hava betri karmar. Les greinina ” Betri karmar til barna og ungdómsøki ” http://levmo.net/2016/10/18/132betri-karmar-fyri-barna-og-ungdomsoeki/

Vágs skúli:  Okur mugu virka fyri, at núverandi serstovan í Vágs skúla, skal vera verandi i Vágs skúla.

Ungdómshúsið: Skal hava meira opið og ognarviðurskiftini, skulu fáast í rættlag.

Fjarlestradepil: Okur skulu rúma fleiri útbúgvingum á Fjarlestradeplinum.eitt nú pedagogiska hjálparaútbúgving. Les greinina ” Námsfrøðislig hjálparaútbúging ” http://levmo.net/2016/10/24/namsfroedislig-hjalaparutbugving-pau/

Miðbýurin; Lív skal fáast aftur í miðbýin, við handilslívið, upplivingarstøð, skapandi virksemi, Caféir osfr, so vágbingar kenna, at teir liva í einum býi og ikki eini bygd. Arbeiða fram ímóti, at í Vági vera fjøltáttaðar íbúðir bygdar, til støk, lesandi og eldri. Ein heildarætlan og nýggj byggisamtykt skal sjálvsagt gerast fyrst fyri miðbýin. Les greinina ” Vágsbygd er perlan í Suðuroy ” http://levmo.net/2016/10/06/vagsbygd-er-perlan-i-suduroy/

Lyktapelar: Tað er uppá tíðina, at okur skifta gomlu lyktapelarnar út í bygdini, teir eru frá 1921.

Gøtur og gøtuljós: Okur hava fleiri gøtur, sum eru og í sera ringum standi, her mugu okur seta inn og gera tær. Her kundi eisini verið sett upp gøtuljós, sum tey sum eru komin upp nú kring ”sandin”, parkina.

Ferðavinna: Samskipa ætlan skal gerast fyri ferðavinnu og ferðavinnutænastur. Okur hava fleiri nattúrperlur, søguligar bygningar og støð. td við Eggjarnar, við Vatnið, Vágseiði og Viðarlundin osfr. Her kundi okur avgjørt gjørt meira burturúr.

Kríggssavn: Okur byrja við einari ætlan um eitt møguligt Kríggssavn við Eggjarnar, um kommunan kemur ásamt við teir mongu eigarar av haganum. Les greinina ” Kríggssavn við Eggjarnar ” http://levmo.net/2016/11/01/kriggssavn-vid-eggjarnar/ og video á youtube her https://www.youtube.com/watch?v=HV0kIVjW-08

Opinleiki og gjøgnumskygni: Okur skulu hava opinleika og gjøgnumskygni í øllum málumUm tær stóru ætlanir, sum eru fyri framman, har okur mugu fáa greitt at vita, um fígging og leiklutin hjá Vágs kommunu.

Føðideildin: Vágs kommuna, má saman við øllum hinum kommunum í Suðuroynni, áhaldandi leggja trýst á landspolitikarar, um at fáa føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsið latna uppaftur

Grundøkir: Hóast nógv hús standa tóm í Vági, skulu okur virka fyri, at okur eisini hava nýggj grundøki, so fólk hava ein møguleika, at seta egið búgv.

Valkykmynd: Her er ein valkykmynd, har eg komið inn á ymist. Trýst her https://www.youtube.com/watch?v=woPztwkqWRE

Seti krossin við meg ella onkran annan á lista C á býráðsvalinum 8 nov. Ì felag fáa okur tingini at henda. Les allar greinar á politisku heimasíðuni her www.levmo.net

 

Facebook viðmerking