Páls Høll – ein sólskinssøga ella “ein lortur”?

Niclas Heri Jákupsson hevði einaferð framløga í VB-húsinum, har eitt tema var lívsáskoðan. Minnist at ein mynd varð varpað upp á stórskíggjan: ein neytalortur ! -Og Niclas Heri sigur, tú velur sjálvur hvat tú sær “ein lort” ella “tøð”.
Í yvirskriftunum í miðlunum í dag verður ljós varpað á Páls Høll og Vágs kommunu.
- Víst verður á, at Vágs kommuna hevur goldið 22% av Páls Høll ella 5,4 mió kr.
- Víst verður eisini á, at Vágs kommuna leigar seg inn í Páls Høll fyri 500.000 kr. um árið.
Vinkulin er lagdur í yvirskriftini “Skattgjaldarin rindar nógv fyri Páls Høll“.
Frá gomlum til nýggjan svimjihyl
Áðrenn Páls Høll sá dagsins ljós hevði Vágs kommuna egnan svimjihyl í Vágs skúla, ein svimjihylur sum er frá 1980.
Gamli svimjihylurin var 8 x 25 m. Hylurin í Páls Høll er 16 x 50 m. Í Páls Høll er eisini ein barnahyl, venjingarmiðstøð, vælverudepil og kafe.
Gamli svimjihylurin var slitin og hevði tørv á stórum ábøtum – og hevði svimjihylurin sostatt tørv á munandi nýíløgum.
Býráðið samtykti tí eisini í 2012, tá Kirstin Strøm Bech var borgarstjóri, at man av hesi orsøk vildi stuðlað byggingin av Páls Høll, sum man metti fór at verða eitt nýtt, spennandi og gott tilboð til borgarar á staðnum, sum eisini fór at hava ávirkan í ferðavinnuhøpi.
Fyri kommunalan stuðul á 5,4 mió. kr. hava vágbingar, suðuroyingar og føroyingar fingið ein 50 m. svimjihyl, sum hevur kostað 10.000 kr. m2.
Til samanberingar arbeiðir Tórshavnar kommuna við einum langhyli, har byggikostnaðurin er 39-40.000 kr. m2.
Var byggikostnaðurin í Páls Høll á støðið við hetta, so hevði Páls Høll, sum er 2.250 m2 til støddar, kostað omanfyri 85 mió. kr.!
“Leigan” flutt yvir í Páls Høll
Peikað verður eisini á, at Vágs kommuna hevur ein leigusáttmála við Páls Høll sum er uppá 500.000 kr. um árið.
Í 2014 kostaði svimjihylurin í Vágs skúla sambært roknskapinum hjá Vágs kommunu 543.000 kr. Altso 43.000 kr. meiri enn Vágs kommuna rindar fyri at leiga seg inn í nýggju í Páls Høll.
Fokus er eisini á, at leigusáttmálin er í 20 ár.
Vágs skúli hevur skyldu at bjóða næmingunum skúlasvimjing. Var Páls Høll ikki bygd, var hendan skúlasvimjing í gamla svimjihyli – eisini komandi 20 árini (og hevði Vágs kommuna tá verið noydd at brúka nakrar milliónir uppá at dagføra gamla svimjihyl).
Vágs kommuna gjørdi í 2012 av, at man ynskti at leiga seg inn í Páls Høll, tá Páls Høll var liðug.
Flest øll vita, at skúlasvimjing er eitt krav hvørt ár, ikki bara hetta skúlaárið, men hvørt skúlaár í langa langa tíð framyvir.
Spurningurin er so, um tað er nakað óvanligt í at gera ein leigusáttmála í langa tíð, tá man veit, at tørvur verður á tænastuni “í alla framtíð”?
Sum Niclas Heri segði, tú velur sjálvur um tú sær “lort” ella “tøð”. -Og má tað verða upp til tann einstaka at vurdera, um Páls Høll er ein sólskinssøga fyri Vág og Føroyar – ella um hetta er “ein lortur”.
PS: KVF hevði sjálvandi fingið omanfyri nevndu fakta at vita, um tey høvdu ringt og spurt um hetta.
Dennis Holm