Húsabjálving

VB-kvinnurnar eirindaleysar

VB tók seinnapartin ímóti Stíf í Vágs Høll. Stíf fekk fyrstu tvey málini og var eisini frammanfyri 5-4, men hetta vóru helst einastu ljóspunktini sæð við Stíf-brillum.

Tí eftir eina varliga byrjan, har liðini bæði vóru fylgdust í 10 minuttir, settu VB-kvinnurnar ferð á. Við 6 málum á rað broyttist støðan frá 4-5 til 10-5. Stíf fekk 2 mál afturat í fyrra hálvleiki, meðan VB fekk 5, so hálvleiksstøðan var 15-7.

Í seinna hálvleiki hildu VB-kvinnurnar áfram, har tær sleptu, tá bríkslað varð til hálvleik. Áðrenn Stíf hevði gjørt 1 mál í seinna hálvleiki, høvdu VB-kvinnurnar gjørt 5 mál og so var støðan 20-7.

Við ferð fekk VB eitt mál fyri og annað eftir, meðan Stíf hevði stórar trupulleikar við at fáa mál. 

VB kvinnurnar gjørdu 19 mál í seinna hálvleiki, meðan Stíf fekk 3.

Dysturin endaði við stórsigri 34-10 til VB.

Málskjúttar hjá VB vóru:

Mathilde Pedersen: 8 mál
Agnes Fallesen: 6 mál
Caroline Ladefoged: 5 mál
Rúna M. Jacobsen: 5 mál
Gurið K. Augustinussen: 4 mál
Bára K. Mortensen: 3 mál
Barbara K. Hjelm: 3 mál

 

Mynd: Bjartur Vest.

 

Facebook viðmerking