Húsabjálving

VB nýtt oddalið

Við stórsigri á Stíf seinnapartin, samstundis sum Neistin og VÍF spældu javnleik, er VB nýtt oddalið í Hvonndeildini.

VB og VÍF hava 9 stig eftir 5 dystir, men VB (+44) hevur betri málmun enn VÍF (+40) og er tí nýtt oddalið í Hvonndeildini.

Kyndil er á 3. plássi við 7 stigum. Neistin hevur 5 stig, H71 4 stig, Stjørnan 2 stig og Stíf 0 stig.

Næsta leygardag verður toppdystur í Vestmanna, tá VB-kvinnurnar skulu í dyst ímóti VÍF.

Facebook viðmerking