Húsabjálving

Suðuroyingar endaðu á 8. plássi

Seinasta umfar í Effo-deildini 2017 varð avgreitt leygardagin. Víkingur gjørdist Føroyameistari, meðan Suðuroyingar endaðu á einum 8. plássi.

Eitt 0-2 tap ímóti Skála á heimavølli við Stórá, samstundis sum EB/Streymur vann 2-1 ímóti Víkingi, førdi við sær, at Suðuroyingar endaðu á einum 8. plássi í Effodeildini.

Hetta fyrsta árið við felags liðið í Suðuroynni má sigast verða væleydnað. Í fyrru helvt sá tað sera spennandi og gott út og liðið lá eina tíð á einum 4. plássi.

Men eftir summarsteðgin hevur ikki gingið eins væl og í fyrru helvt av kappingarárinum, samstundis sum fleiri av liðunum, sum Suðuroyingar lógu frammanfyri í fyrru helvt, byrjaðu at vinna fleiri dystir í seinnu helvt.

Av somu orsøk endaði kappingarárið ikki við einum stríði um atgongd til Evropeiskan fótbólt, men um at sleppa undan niðurflyting. Hetta seinna var helst málið fyri kappingarárið, nú Suðuroyingar á fyrsta sinni spældu á felags liði.

Greitt er, at í Suðuroynni eru fólk spent til komandi kappingarár, nú fyrsta árið á einari nýggjari fótbóltsbyrjan í Suðuroynni er farið afturum.

 

Facebook viðmerking