Húsabjálving

SSL: Fjórða útgáva av Fólk á ferð

Tíðarritið hjá Strandfaraskipum Landsins, sum ókeypis fæst umborð á ferjunum og í bussunum, skrivar hesaferð millum annað um lívið á útoyggj, vaksandi ferðavinnuna og um hvørjum standi skipini hjá Strandferðsluni eru í.

Eisini verður í blaðnum staðfest, at Galaxy royndist eftir umstøðunum væl, tá  grikska ferjan fyrr í ár avloysti Smyril í 23 dagar.

Strandferðslan sigur í tíðindaskrivi, at stórur partur av tilfarinum snýr seg um 100 ára haldið hjá stovninum sum var í SALT í mai mánaða.

Fólk á ferð kann lesast her.

Facebook viðmerking