Húsabjálving

Jákup og Páll vunnu heystkappingina í sjavs

Fyrst í november var árliga Heystkappingin í sjavs, sum FC Suðuroy skipar fyri.  Spælt varð í VB-húsinum og 15 pør vóru til kappingina.

Vinnarar av kappingini vóru Jákup Olsen og Páll Lervig.

Nr. 2 vóru Sigmund Andreassen og Eirikur Poulsen. Nr. 3. Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen, meðan Kathrina Borgardal og John Nilssen vóru nr. 4.

Heystkappingin er ikki partur av sjavskappingini, sum hevur koyrt alt árið 2017 og telur sostatt  heldur ikki við í stigunum í sjavskappingini.

 

Myndin av Jákup Olsen og Páll Lervig er frá tá teir okkurt annað árið hava vunnið sjavskapping í VB-húsinum.

Facebook viðmerking