Húsabjálving

Hans Jacob og Egill styrkja um støðuna í oddinum

Nú bert fá umfør eru eftir av sjavskappingini hjá FC Suðuroy, hava Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson styrkt um støðuna í oddinum á sjavskappingini.

Hans Jacob og Egill vunnu 32. umfar í sjavskappingini og tá Páll Lervig á 3. plássi ikki hevur fingið stig í 32. og 33. umfari, so bendir alt á, at Hans Jacob og Egill enda ovastir í sjavskappingini fyri árið 2017.

Úrslitið av 32. umfar í sjavs var hetta:

Nr. 1. Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, 4 stig hvør

Nr. 2. Martin Midjord og Helgi Bech, 3 stig hvør

Nr. 3. Kathrina Borgardal og John Nilssen, 2 stig hvør

Nr. 4. Eyðálvur Bech og John Bech, 1 stig hvør.

 

33. umfar var á skránni 16. nov. og úrslitið av tí umfarinum var:

Nr. 1. Eyðálvur Bech og John Bech

Nr. 2. Jákup Joensen og Tummas Jacobsen

Nr. 3. Dan Nielsen og Hergeir Olsen

Nr. 4. Niclas Hentze og Kári Poulsen

 

Støðuna í sjavskappingini finnur tú her.

 

Næsta umfar í sjavskappingini verður í kvøld, tórskvøldið 23. nov. kl.18.30. Spælt verður vesturi í VB-húsinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerking