Húsabjálving

Marknaðardagur í Porkeri.

Leygardagin 25/11 og sunnudagin 26/11-2017 skipar Porkeris Fornminnafelag fyri marknaðardegi/jólasølu í skúlanum í Porkeri.

Opið er leygardagin frá kl 10 til 17 og sunnudagin frá kl 14 til 17.

20 borð sýna fram ymiskt heimagjørt og endurnýtslutilfar.

PavlaPhoto tekur jólamyndir meðan opið er.

Klokkan 14 leygardagin syngja “Orðið á borðið” nakrar sangir og sunnudagin kl 14 syngur Arnóra Bech Petersen og Arnfinn Thomasen spælur til.

Møguleiki er at keypa kaffi/te, breyð/drýl við m.a. føroyskum viðskera, ella eitt bikar við rísalamande.

Møguleiki er at gjalda við korti.

Porkeris Fornminnafelag.

Facebook viðmerking