Húsabjálving

Jólagrýta Frelsunarhersins

Í desembur skipar Frelsunarherurin fyri tiltakinum Jólagrýtan.

Jólagrýtan hevur í fleiri ár verðið til staðar í Tórshavn, har hon fyri tað mesta hevur staðið í handilsmiðstøðini SMS. Fyri mong, er Jólagrýtan eitt tiltak sum fær fólk í sannan jólahýr – fyri onnur merkir tað matur, heit klæðir – virðing.

Søgan um Jólagrýtuna
Í 1891 var fíggjarkreppa í USA. Ruth og Joe McFee vóru leiðarar í samkomuni hjá Frelsunarherinum, sum lá í fátækasta býarpartinum í San Francisco. Tey høvdu eitt brennandi ynski, um at hjálpa øllum teimum svongu, sjúku og arbeiðsleysu, sum tey vóru um, hvønn dag. Tey avgjørdu at skipa fyri jóladøgurða, men hvussu skuldu tey fíggja tiltakið?

Joe kom í tankar um, at hann, við eitt vegamót, hevði sæð eina grýtu til innsavnan av peningi, til góðgerandi endamál. McFee setti eina stóra grýtu á farstøðina við ferjuleguna, har nógv fólk ferðaðist millum bústað og arbeiðið hvønn dag. Á einari plakat skrivaði hann:” Haldið grýtuna heita”.
Sum mánaðurin leið, savnaðu tey somikið av peningi, at tey kundu borðreiða við jóladøgurða til 1400 menniskjur. Nú, fleiri enn 100 ár eftir at jólagrýtan sá dagsins ljós, er hon at síggja allastaðni kring heimin, har í Frelsunarherurin hevur sítt virksemi.

Jólagrýtan í Føroyum
Peningurin, ið kemur í grýtuna, fer til at hjálpa menniskjum alt árið og eisini til jóla. Peningurin verður brúktur til at keypa mat, klæðir og annað, ið fólk hava fyri neyðini.

Flest øll hava tað gott í Føroyum, men hjá teimum, ið stríðast fíggjarliga, økist pínan og sosialu avleiðingarnar av at mangla tað, ið tey flestu halda er ein sjálvfylgja, at øll eiga og hava. Hetta merkja vit væl í Frelsunarherinum. Aftaná føstu útreiðslurnar, vænta serliga barnafamiljum, tað ” lítla eyka” fyri at sleppa undan, at skula hugsa um fíggjarætlanina alla tíðina. Til dømis til jólar, har flestu okkara taka fyri givið, at man hevur pening til góðan mat og jólagávur.
Í 2015 góvu Føroyingar 102.000kr í jólagrýtuna, og tí var tað møguligt hjá Frelsunarherinum at veita jólahjálp til fleiri enn 100 menniskju. Eisini á henda hátt halda vit í Frelsunarherinum, at veruleikin fyri fleiri kann batna. Havandi hetta í huga, at hitin frá grýtuni kann gera tað, at kuldin, hjá teimum ið stríðast, víkir og frosturin bráðnar.

Takk fyri, at tú hjálpir okkum at hjálpa teimum, sum hava eina hjálpandi hond fyri neyðini í landi okkara.

Vit ynskja tykkum eini gleðilig jól og Harrans signing.

Facebook viðmerking