Húsabjálving

Kommunulækni í 40 ár

Signar Dam hevur í dag, 1.novembur 2011, 40 ára starvsdag  sum kommunulækni á Tvøroyri.

 

Signar tók læknaprógv í  Danmark í 1969. Eftir lokið læknaprógv arbeiddi hann á Bispebjerg eitt  tíðarskeið, og fór síðani til Føroyar, har hann arbeiddi á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum.

Í apríl 1971 fór hann til Suðuroyar, har hann arbeiddi sum vikarur á Suðuroyar Sjúkrahúsi, til hann 1.novembur 1971 varð settur sum kommunulækni á Tvøroyri.

Signar Dam er føddur 7. mars í 1937, og er sostatt 74 ára gamal.

Hann er giftur Beintu Dam, og saman eiga tey børnini Pætur, Ragnar og Mallu.

Suðuroyarportalurin ynskir Signari hjartaliga til lukku við 40 ára starvsdegnum.

Tíðindamynd : Signar og Beinta Dam

Facebook viðmerking